Ronja Ránsmansdóttir

Astrid Lindgren

Forlagið Dropin gav bókina út á fyrsta sinni í 1984. Elin Súsanna Jacobsen týddi. Nú hevur Elin Súsanna endurskoðað týðingina, og vit geva hana út í dagførdari týðing.

Náttina, tá ið Ronja varð fødd, gekk toran í fjøllunum. Ein sonn fyriboðan um, at hetta var eitt heilt sermerkt barn. Ronja, sum barnið eitur, skal koma at binda bond millum tvær fíggindasinnaðar ættir, so at tey kunnu liva í friði í Mattasarskógi.

Ein klassisk søga um eina sterka gentu við rættvísiskenslu.

  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2018
  • Astrid Lindgren
  • Elin Súsanna Jacobsen
  • svenskt
  • Ilon Wikland
  • rættvísi, kríggj, friður, gandur
  • 236
  • innbundin
  • 978-99972-0-461-5