Drongurin í stríputum náttklæðum

Bókin er vorðin klassikari. Hevur ligið á bestseljaralista hjá bæði Sunday Times og New York Times, umframt at hon er gjørd til film.

Rithøvundur: John Boyne

Týðari: Ása H. Ellefsen

Myndir: Oliver Jeffers

Útgávuár: 2018

Upprunamál: enskt

Evni: veraldarbardagi, kríggj, jødar, valdsgerðir, týningarlega

Síðutal: 348

Slag: heft við klaffum

ISBN: 978-99972-0-434-9




Bruno er lítil drongur, sum flytir við foreldrum sínum og systrini úr Berlin til eini hús, nær við eina legu, har pápin arbeiðir.

Bruno veit ikki, hvat hetta er fyri eitt stað, hann leingist bara heim aftur til Berlin, men so hittir hann Shmuel hinumegin eitt hegn, og teir báðir gerast bestu vinir.

Søgan er bæði vøkur og ófrættakend, og við myndunum hjá Oliver Jeffers gerst tað enn greiðari fyri lesaranum, hvat tað er, sum fer fram.


Aftur