Amorinir í luftini

Trine Juul Hansen

Amorinir í luftini er síðsta bókin í røðini Tey í sætta, sum Trine Juul Hansen hevur skrivað. Tey í sætta er ein røð um nakrar gentur og dreingir í einum púra vanligum sætta flokki. Men hóast púra vanligur, so hendir kortini ymiskt, sum eftir lítlari løtu kann venda øllum á høvdið.

Tað er ikki altíð so lætt at vera tólv ár og at skula bera seg at, soleiðis sum øll vilja hava, at tú skalt. Í hesi síðstu bókini eru, sum heitið sipar til, amorinir í luftini, tí skúlaveitsla er, og tað gleða øll seg til. Men so hendir nakað, sum fær øði í skúlastjóran …

  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2014
  • Trine Juul Hansen
  • Borghild Sjúrðarberg
  • danskt
  • Perma: Louise Fechtenburg
  • 103
  • heft
  • 978-99972-0-046-4