Eg sá ein eingil

Elin á Rógvi


Bergur vaknar um morgunin tann 1. desember. Hann heldur, at tað einasta, hann fer at uppliva tann dagin, er at fáa kalendaragávu og síðani skúlan, men so er ikki ...
 


Um Bergur visti, hvat hann fór at uppliva henda dagin, hevði hann helst borað høvdið undir aftur dýnuna og ikki komið upp, og tó ... har hendir ikki bara sovorðið keðiligt, men sanniliga eisini nakað ótrúliga undurfult.

Eg sá ein eingil var sendur sum útvarpsleikur í 2010 og er nú gjørdur til spennandi søgu at lesa. Við í bókini er fløgan við øllum sangunum, sum hoyra til søguna.

  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2015
  • Elin á Rógvi
  • føroyskt
  • Jóna Thomsen (perma)
  • jól, einglar, beiggjar, vinir
  • 186
  • innbundin við fløgu
  • 978-99972-0-193-5