Loppugras

Sólrún Michelsen

Í savninum eru 12 yrkingar og fløga við átta av sangunum.

Loppugras er eitt savn við tólv yrkingum.
Yrkingar um hundin, sum fór á flog, diddaraka tjaldrið, ein løgnan saks, prutlini hjá postboðum, krabban, sum eftir botni fer og annað mangt.
Heimligar, skemtiligar og samstundis sniðfundigar yrkingar, ið hóska væl saman við tekningunum.
Við bókini fylgir fløga við løgum til átta yrkingar. Pauli Hansen hevur skrivað løgini, og børnini í 3B skúlaárið 2003/4 í Eysturskúlanum syngja.
  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2003
  • Sólrún Michelsen
  • føroyskt
  • Hanni Bjartalíð
  • sangur, yrking
  • 32
  • innbundin við fløgu
  • 99918-1-389-6