Spæli deyður - 1

Tim Bowler

Hvassi – Spæli deyður er heitið á fyrstu bókini til gráa krabban.

Hetta er ein ógvuliga spennandi røð við 8 bókum.

Hon er um ein drong um 14 ára aldur, sum alt lívið hevur ansað eftir sær sjálvum. Síðan hann var 7 ár, er hann rýmdur undan myndugleikum og harkaliðum; hann ger av at fara aftur til býin, haðan alt byrjaði. Á leiðini kemur hann út fyri mongum ræðuligum, sum hann roynir at stríðast ígjøgnum. Einki er, sum tú heldur tað vera, og sum lesari verður tú alla tíðina tikin á bóli.

Um somu tíð sum bókin er ógvuliga fangandi, er hon eisini rá og ógvusligt. Hon er egnað til størri børn og ung.

 

Gráur krabbi - 7. torleikastig

  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2009
  • Tim Bowler
  • Bergur Rasmussen
  • enskt
  • 144
  • heft
  • 978-99918-1-740-8