Vitello skøvar ein bil

Kim Fupz Aakeson

Bókarøðin um drongin Vitello er sera væl dámd í Danmark, og nú fara vit eisini at geva bøkurnar út um henda fitta drong

Vitello býr í einum raðhúsum beint við ringvegin. Hann býr sjálvandi ikki har einsamallur, hann býr saman við mammu síni. Og Mamma hevur ein nýggjan bil, næstan nýggjan. Mamma er øgiliga bangin um, at lakkið verður skøvað, hon sigur, at tað er tað viktigasta í verðini. Men ein dagin spælir Vitello eitt nokk so gott spæl við síðuna av bilinum, eitt spæl við einum bólti og eini brotnari rívu ...

  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2013
  • Kim Fupz Aakeson
  • Sjúrður Gullbein
  • danskt
  • Niels Bo Bojesen
  • 24
  • innbundin
  • 978-99918-74-91-3