Hevur tú eina søgu til Mína jólabók 2025? Ella vilt tú myndprýða søgur í bókini?
Boða frá, um tú hevur áhuga í at vera við áðrenn 15. mars á turid@bfl.fo
Mín jólabók er komin út síðan 1950, og hon er á hvørjum ári millum best seldu bøkur í Føroyum, onkuntíð útseld. Í bókini eru upprunaføroyskar søgur og myndprýðingar, einstakar týðingar og jólaítriv. Málbólkurin er umleið 7-10 ára gomul børn. Í fyrraári fekk Mín jólabók Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs, har tað eitt nú í grundgevingini verður sagt, at «Jólabókin er krúnan á árligu barnabókaútgávuni».
Søgur: Vit seta ikki treytir til innihaldið, uttan tað at tað er hóskandi til aldursbólkin. Søgan skal ikki verða longri enn 8.000 eindir, tá ið alt er íroknað
Myndprýðingar: Send okkum myndatilfar við telduposti at meta um. Síðani er møguleiki fyri, at tú fært søgur at myndprýða
Bæði royndir og óroyndir rithøvundar og myndprýðarar eru vælkomnir at senda okkum tilfar. Samsýning verður latin fyri tilfar, sum kemur við í bókina.
Freistin at lata søgu og yrking inn er 5. mai.
Send til ritstjórnina á teldupost: turid@bfl.fo