- Summarfrítíðin stendur fyri durum, og børn og vaksin gleða seg til sólríkar dagar, long summarkvøld og ljósar nætur uttan vekjara og skúlating. Men bókin fer ongantíð í summarfrí. Endiliga sleppa vit at forkela okkum sjálvi við góðum søgum og júst tí bókini, vit hava goymt okkum til summarið. Hvør verður tín summarbók?
Soleiðis stendur skrivað á heimasíðuni hjá Føroyar lesa (trýst her), har landsstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum somuleiðis heitir á føroyingar um at lesa í summar. Á síðuni eru fleiri góð bókaviðmæli og lesiprei.
Við hesum ynskir Bókadeildin saman við Føroyar lesa tær eitt gott lesisummar!