Skúlatiltøk á Bókadøgum 2025

Bókadeild Føroya Lærarafelags skipar fyri fýra skúlatiltøkum á Bókadøgum 2025 í samstarvi við Norðurlandahúsið. Skúlatiltøkini verða fríggjadagin 14. november 2025.

Tak flokkin við til spennandi skúlatiltøk á Bókadøgum í Norðurlandahúsinum, har bæði nýggjar bøkur og føroyskir klassikarar verða løgd fram! Rithøvundar greiða frá, og næmingar fáa høvi at seta teimum spurningar. Hetta er ein upplagdur máti at byrja ella at enda arbeiðið við einari bók.

 

Vel ímillum:

Sjókæti A-OY við Sólrún Michelsen og Anniku Øyrabø

0.-1. flokkur

Halt ondini og kava niður í undirsjóvarstavraðið. Við stuttligum rímum møtir tú eini havmús, einum valtrarfiski, einum úlvfiski og mongum øðrum! Á Bókadøgum verða myndaframsýning, upplestur og ein kreativ verkstova við Sólrún Michelsen og Anniku Øyrabø.

Les meira og melda flokkin til HER.

 

Í geyma við Dániali Hoydal

2.-3. flokkur

Vit hava øll hoyrt um roksimalenu, svansibobb, hermus, skræðugák, klikkheys o.s.fr., og tey flestu munnu hava tikið til slík orð og máliskur. Men visti tú, at hesi løgnu nøvnini ikki koma av ongum? Dánial Hoydal fer at leggja Í geyma fram í samrøðu við Solveig Hanusardóttur Olsen, stjóra á Listasavni Føroya, nú bókin er endurútgivin við einum spildurnýggjum kapitli.

Les meira og melda flokkin til HER.

 

Fornt við Elini á Rógvi

4.-6. flokkur

Hetta er Fornt! Eitt heimskent telduspæl, sum øll verðin elskar. Í spælinum kanst tú velja at varnast ella at jagstra verur. 11 ára gamli Eiri og vinkona hansara Sólja varnast eina nýggja veru í spælinum, sum eingin nakrantíð hevur sæð fyrr! Brádliga spæla tey millum teir bestu fornt-spælararnar í heiminum. Men okkurt er ikki heilt, sum tað sær út til at vera ...

Í samrøðu við Elina Olsen úr lesiringinum Lesigleði á Argjahamri, ið vann Ársins lesiátak 2025, fer Elin á Rógvi at práta um spennandi bókina, sum er í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2025.

Les meira og melda flokkin til HER.

 

Snjómánafólkið I – Rúnaspá við Ingun Christensen

7.-10. flokkur & miðnám

Í einari hvørvisjón sær 14 ára gamla Saga eina skjaldmoyggj við svørði og skjøldri. Saga hevur bara hitt hana eina ferð áður, men hon veit, at tær eru bundnar av blóði. Thyra Silfralitta doyði í tí stóra suðurlandskrígnum, og Saga lovar henni at føra beinagrindina heim aftur til Norðurlandið. Karis rúnulesari spáar, at ferðin verður vandamikil, og ræður Sagu til ikki at avdúka fyri nøkrum, hvør hon veruliga er.

Í samrøðu við Sannu Mariu Klein, bókmentafrøðing og miðnámsskúlalærara, fer Ingun Christensen at leggja nýggju bókina fram, sum er tann fyrsta í tríverkinum Snjómánafólkið.

Les meira og melda flokkin til HER.

Onnur tíðindi

Ein loysn frá Sendistovuni