Lydia Didriksen er fólkaskúlalærari, skúlabókavørður, M.A. í føroyskum bókmentum og máli og rithøvundur.
Hon er fødd í 1957 og býr á Argjum.
Hon hevur verið nevndarlimur í Rithøvundafelagnum, Bókadeildini og á Skúlabókagrunninum.
Fyrsti tekstur hennara stóð í tíðarritinum Brá í 1986.
Lydia hevur í stuttsøgunum serliga havt ungu gentuna og kvinnuna sum evni. Umframt stuttsøgur og søgur fyri børn og ung, hevur hon ritstjórnað lesibøkur til framhaldsdeild.
Útgávur:
1990 Buggi og jólagásin í Míni jólabók
Skuggar
1997 Stóri Tóri og lítla Lív
1998 Hvør vil eiga myrkrið?
2000 Garðurin hjá Siggu í Míni jólabók
2001 Loynikamarið í Míni jólabók
2002 Tær horvnu brillurnar í Míni jólabók
2009 Mia og Lias
Mona og Boas
Tula er vát
Uglan Una
2010 Mia og Lias ríma
Sasja úr Afrika
Sasja fer túr
Lena og Emil leita
2011 Mina
Vinir
2014 Einaferð var tað ...
2015 Dís
Dís rýmir
Mina og Svarti
2018 Mina, hvør eri eg?
2023 Heimurin hjá Rosu 1 - Grannalagið
Heimurin hjá Rosu 2 - Á veiðiferð
Heimurin hjá Rosu 3 - Rosa er ill
Mamma og eg og orðini
Umrøða/ummæli:
Turið Sigurðardóttir: Trupulleikar og útvegir. Brá 17/1991
Jógvan Isaksen: Illa sperdur skúladrongur. Sosialurin 227/28. nov. 1998
Heiður:
1998 Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs