Hanus Kamban

Hanus Kamban

Hanus Kamban (f. 1942) er rithøvundur. Føddur í Saltangará, uppvaksin í Skúgvi og flutti til Havnar í 1956.
Fyrsta bókin, hann gav út, var Drekin og aðrar søgur í 1969. Hetta vóru týðingar av stuttsøgum. Fyrsta bók við egnum stuttsøgum var Dóttir av Proteus, ið kom út í 1980. Hanus Kamban var blaðstjóri á tíðarritinum Fjølnir 1967-69, var eitt skifti blaðstjóri á bókmentatíðarritinum Brá, var formaður í Rithøvundafelg Føroya 1992-94 og limur í Nordbok 1992-2000.

 

Útgávur:

2001 Angels Place í Mjørki í heilum
2002 Tað nýggja Atlantis

Heiður:

1980 Virðisløn M.A.Jacobsens fyri yrkisbókmentir
1986 Virðisløn M.A.Jacobsens fyri fagurbókmentir
1990 Sømdargáva úr Grunni Kristjans á Brekkumørk
2004 Mentanarvirðisløn landsins
2007 Poeten Poul Sørensen og fru Susanne Sørensens legat

 

 

Bøkur