Kathrina Skarðsá er føroyingur/dani, fødd í 1984 í Århus og búsitandi á Vesterbro í Keypmannahavn.
Hon hevur tikið bachelorprógv á Kunsthögskolan í Malmö og hevur útbúgving frá Rithøvundaskúlanum fyri barnabókmentir í Keypmannahavn.
Hon arbeiðir sjálvstøðugt sum myndprýðari.
Í 2016 vann hon kappingina millum myndprýðarar, kallað: Skriv, teckna, fortell, sum Gyldendal í Danmark og Norsk Gyldendal skipaðu fyri. Bókin, hon myndprýddi: Oddvold og Vindøen, kom út í desember 2017. Í 2022 vann fekk hon BLIXEN-heiðurslønina fyri barnabókina Slimfjorden, sum Kathrina hevur myndprýtt.
Tekningarnar hjá henni í Míni jólabók 2017 eru tær fyrstu, Kathrina hevur havt á prenti. Síðani hevur hon myndprýtt fleiri bøkur hjá bókadeildini.
Myndprýðing: