30. aug 2022
Myndir frá útgávutiltakinum við Ódjór
Leygardagin 27 august 2022 var útgávutiltak í Margarinfabrikkini við nýggju bókini,
Ódjór, sum
Silja Aldudóttir hevur skrivað, og Bárður Dal Christiansen hevur myndprýtt.
Petur Háberg prátaði millum annað við tey bæði um, hvar íblásturin kemur frá. Ódjór er fyrsta skaldsøgan hjá Silju, og hon eggjar ungum, spírandi rithøvundum til at lesa nógv og lata onnur lesa tað, sum tey skriva.
Eisini komu trý børn, sum høvdu lisið bókina frammanundan, upp á pallin at siga sína hugsan um Ódjór. Tey vóru samd um, at hon er spennandi. Niðurstøðan hjá 11 ára gamla Óðini var: keypið bókina!
Silja las eisini eitt brot út bókini, og Bartal Augustinussen spældi tvey løg.
Eftir tiltakið steðgaðu fólk og fingu ein kaffimunn, meðan Bárður og Silja signeraðu bøkur. Bárður legði eisini børnunum lag á at tekna.
Bókadeildin ynskir Silju og Bárði hjartaliga til lukku við bókini!