Krabbarnir 15 ár
Í ár eru 15 ár síðani fyrstu krabbabøkurnar sóu dagsins ljós! Flestu krabbabøkurnar eru týddar til føroyskt og eru viðurkendar og ofta virðisløntar bøkur uttanlands. Ein partur av krabbabókunum er upprunaføroyskar. Hesar eru líka fjølbroyttar sum restin og eru um bæði fiktión og fakta. Eitt nú eru fleiri bøkur um føroyskar sagnir.
Endamálið við krabbabókunum er at geva børnum hug at lesa sjálvi á einum torleikastigi, tey megna. Bøkurnar snúgva seg snøgt sagt um alt millum himmal og jørð og geva børnum nógv at velja í, tá tey lesa frílesing.
Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám geva krabbabøkurnar út í felag. Krabbatoymið hevur síðan byrjan verið tað sama og er samansett av Turið Kjølbro, Lydiu Didriksen og Marjun Ziskason.
Hvat er ein krabbabók?
Fyri at hátíðarhalda 15 ára dagin hjá krabbunum fara vit komandi tíðina at varpa ljós á krabbabøkur á sosialu miðlunum hjá Bókadeildini, og tú kanst gera teg klókari uppá hesar bøkurnar við at fylgja okkara Facebook og Instagram-síðum. Niðanfyri kanst tú eisini lesa meira um torleikastigini hjá krabbabókunum og evnini, sum tær snúgva seg um.
Krabbabøkur í torleikastigum
Litirnir á krabbunum vísa til torleikastig. Í hvørjum liti sær er eitt ávíst spenni í torleika og longd.
Fyri nøkrum árum síðan varð krabbarøðin víðkað við krossfiskum. Krossfiskur eru bøkur, sum hava eitt sindur torførari tekst og kunnu vera um eitt sindur truplari evni samanborið við krabbabøkur. Krossfiskarnir hava somu litir sum krabbarnir.
Við hesum ynskir krabbatoymið øllum børnum – og barnsligum sálum – góðan lesihug hetta summarið!