Fyri løtu síðan frættust tíðindi um, at Ingrið er farin. Hóast tað var væntað, so er tað altíð sárt at frætta, tí Ingrið hevur havt so sera nógv at týða fyri meg persónliga – og uppaftur meira fyri føroyskar barnabókmentir.
Ingrið tók læraraprógv sum 23 ára gomul og starvaðist í Sankta Frans skúla, Kommunuskúlanum í Havn og í Venjingarskúlanum. Tíðarskeiðið 1965–1972 var hon lærari í donskum fólkaskúlum og tók samstundis prógv sum skúlabókavørður. Hon var heil, har hon var. Ongantíð bangin fyri at siga sína hugsan. Vit, sum arbeiddu saman við henni, ásannaðu skjótt, at hon var sum ein opin bók: Firnaðist ikki fyri at tala at, um okkurt var, sum hon ikki var nøgd við. Men líka skjót var hon við tí góða orðinum. Hon hevði humor, so vit høvdu manga stuttliga løtu saman.
Í 1985 varð Bókadeild Føroya Lærarafelags umskipað og gjørdist yrkisfelag við Ingrið í starvi sum tann fyrsta, ið arbeiddi burturav at geva út barnabøkur. Sum skúlabókavørður visti hon um alt tað, sum kom út til børn og ung í okkara grannalondum, og tað vildi hon eisini skuldi standa føroyskum børnum í boði – á føroyskum sjálvandi.
Hjartamál hennara var at seta á stovn ein barnabókaklubba, ið regluliga gav út bøkur á føroyskum. Tað hevði hon longu fyrireikað seg til, m.a. við at vitja donsk forløg og agentar, so tað var lætt at fáa í lag samprent, sum um tað mundið var blivið tað heilt stóra í forlagsheiminum. Og longu árið eftir var Barnabókaklubbin settur á stovn. Byrjað varð við somu bók til allar haldarar, men so hvørt, sum fíggjarorkan er vaksin, er klubbin lagaður til børn í ymsum aldri, soleiðis at tað í dag koma 5 ella 6 ymiskar bøkur 8 ferðir um árið. Hetta var málið, Ingrið setti, og síðan í 86 - í 35 ár – hevur Barnabókaklubbin verið krummtappurin í útgávuvirkseminum hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags.
Hon visti um ovurstóra tørvin á yrkisbókum til børn á føroyskum, og eisini tað gjørdi hon nakað við og tók m.a. stig til at geva út fyrstu – og higartil einastu – føroysku alfrøðina á heysti 1990. Hetta var eitt satt ódnartak, sum Bókadeildin tók saman við Skúlabókagrunninum, og hóast verkið kom út í ringastu krepputíð, so eydnaðist at selja verkið í næstan 3.000 eintøkum.
Lunnar vóru lagdir undir Bókadeild Føroya Lærarafelags longu í 1950-árunum, og síðan 1956 eru Mín jólabók og Barnablaðið komin út regluliga, eins og nógvar bøkur komu út árini fram til 1986. Men tá hevði tíðin verið búgvin til broytingar í nøkur ár. Sjálv var Ingrið við til at stovna forlagið Dropan saman við starvsfeløgunum Bjørg Matras Jensen og Niels Nattestad fyrst í 1980-unum, og tey fóru undir at geva út nýggjar, norðurlendskar bøkur. Har vóru eisini onnur, virkin forløg, eitt nú Fannir og Nýlendi, ið góvu út nógvar barnabøkur. Men so broyttist Bókadeildin til yrkisforlag, Ingrið tók yvir og flutti forlagið fram á leið. Hon setti sær mál og fekk tað at bera til. Hon hevði áræði sum fá og setti alsamt nýggj mál, so tað var ikki altíð lætt at fylgja við.
Í 1995 fekk Ingrið saman við Jóannesi Enni og Bjørg Martas Jensen Barnamentanarvirðislønina hjá Skúlabókasavnsfelagnum fyri arbeiðið at fáa føroyskar bøkur út til føroysk børn, og á heysti 2002 fekk hon handaða sømdargávu úr Grunni Kristjans á Brekkumørk fyri sítt arbeiði at fáa fleiri barna- og ungdómsbøkur út á føroyskum. Hon var heiðurslimur í Føroya Lærarafelag og fekk gullnál frá felagnum fyri sítt arbeiði fyri Bókadeildina.
Ingrið er farin, men vit minnast hana við virðing og takksemi.
V/ Bókadeild Føroya Lærarafelags
Niels Jákup Thomsen