Hevur tú eina søgu til jólabókina 2023?

Hevur tú eina søgu til Mína jólabók 2023? Ella vilt tú myndprýða søgur í bókini?
Set teg í samband við okkum áðrenn 15. mars!
 
Mín jólabók er komin út síðan 1950, og hon er á hvørjum ári millum best seldu bøkur í Føroyum, onkuntíð útseld. Í bókini eru upprunaføroyskar søgur og myndprýðingar, einstakar týðingar og jólaítriv. Málbólkurin er umleið 7-10 ára gomul børn.
 

Søgur: Vit seta ikki treytir til innihaldið, uttan tað at tað er hóskandi til aldursbólkin. Søgan skal ikki verða longri enn 10.000 eindir, tá ið alt er íroknað.

 Myndprýðingar: Send okkum myndatilfar við telduposti at meta um. Síðani er møguleiki fyri, at tú fært søgur at myndprýða.

 

Bæði royndir og óroyndir rithøvundar og myndprýðarar eru vælkomnir at senda okkum tilfar. Samsýning verður latin fyri tilfar, sum kemur við í bókina.
Freistin at lata søgu og yrking er 28. apríl.
 
Send til ritstjórnina á teldupost - turid@bfl.fo

Onnur tíðindi

Ein loysn frá Sendistovuni