17 ár – 500 krabbabøkur

Í 2008 fóru Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám undir samstarv at geva út lættlesibøkur til frílesing í felag. Hesar bøkurnar verða nevndar krabbabøkur.

Nú krabbabøkurnar hava 17 ár á baki, telja krabbabøkurnar heilar 500 ymiskar útgávur, harav 51 eru upprunaføroyskar. Í gjár, 27. mai 2025, var árligi várfundurin hjá krabbatoyminum og leiðsluni á Bókadeildini og Námi, har eitt nú framtíðarætlanir vórðu lagdar til rættis – og sjálvandi varð stóra avrikið við 500 krabbabókum hátíðarhildið.

 

Endamálið við krabbabókunum er at geva børnum hug at lesa sjálv á einum torleikastigi, tey megna. Bøkurnar snúgva seg snøgt sagt um alt millum himmal og jørð og geva børnum nógv at velja í, tá tey lesa frílesing. Ein krabbabók hevur altíð eina góða og viðkomandi søgu og er løtt at lesa. Litirnir á krabbunum vísa til torleikastig. Í hvørjum liti sær eitt ávíst spenni í torleika og longd. Torleikastigini eru hesi:

 

  • Í gulum krabbum eru ljóðrøtt orð og kendar orðmyndir.
  • Í appilsingulum krabbum eru í mest møguligan mun ljóðrøtt orð og kendar orðmyndir.
  • Í reyðum krabbum eru setningarnir longri og orðini torførari, og innihaldsliga eru søgurnar hendingaríkari.
  • Í lilla krabbum verður farið eitt stig longri, men tað er eitt stórt spenni frá teirri lættastu til ta truplastu bókina, bæði innihaldsliga og málsliga.
  • Í bláum krabbum verður lagt upp til sjálvstøðuga lesing við størri avbjóðingum, bæði innihaldsliga og málsliga. Hetta torleikastigið treytar størri lesiførleika og víðkar málsliga tilvitið.
  • Í grønum krabbum eru søgurnar samansettari í innihaldi og krevja tí størri djúphugsni.
  • Í gráum krabbum verður dentur lagdur á góðu samansettu søguna, ið krevur góða lesifatan, og at næmingurin er búgvin.

 

Fyri nøkrum árum síðan varð krabbarøðin víðkað við krossfiskum. Krossfiskar eru bøkur, sum hava eitt sindur torførari tekst og kunnu vera um eitt sindur truplari evni samanborið við krabbabøkur. Krossfiskarnir hava somu litir sum krabbarnir.

 

Millum upprunaføroysku krabbarnar og krossfiskarnar kunnu nevnast Heimurin hjá Rosu-bøkurnar eftir Lydiu Didriksen við myndprýðingum eftir Jón Sonna Jensen, Húsfrúgvin í Húsavík eftir Ingun Christensen við myndprýðingum eftir Bjørk Jónheðinsdóttur Tróndheim, Matur - okkara virðismikla tilfeingi eftir Gunnhild Dahl Niclasen og Sannu Andrassardóttur Dahl og Magnus Heinason - hetja ella brotsmaður? eftir Páll Nolsøe við myndprýðingum eftir Jóannes B. Lamhauge.

 

Krabbatoymið hevur frá byrjan verið sett saman av Turið Kjølbro, Lydiu Didriksen og Marjuni Ziskason.

 

Vit ynskja krabbatoyminum til lukku við teimum 500 krabbabókunum og takka fyri alt arbeiðið! 

Onnur tíðindi

Ein loysn frá Sendistovuni