Fornt í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2025

Fyri løtu síðan kunngjørdi Norðurlandaráðið, hvørji eru í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðislønina 2025 – og vit fegnast um, at Fornt eftir Elina á Rógvi er millum tey tilnevndu!

 

Í grundgevingini fyri tilnevningini sigur Norðurlandaráðið:

 

Fornt er sermerkt við sínum evnum at miðla alskin til geyming í talgildu øldini, samstundis sum hon vevur føroyskan mentanararv upp í søguna. Bókin gevur lesaranum eina framúrskarandi innleiðing í sagnarverur sum huldufólk, nykin og marmennilin, og samtíðis tematiserar hon vinalag, samleika og tøknina, ið er rundan um børn og ung í dag.

 

Les alla grundgevingina HER.

 

Elin á Rógvi (f. 1976) er ættað úr Havn. Hon framleiðir barnatilfar í Kringvarpi Føroya, hevur útgivið sjey barnabøkur og eigur fleiri søgur í Míni jólabók. Harumframt hevur hon skrivað sangir og leikir til bæði pall og útvarp. Fornt var útvarpsleikur, sum bleiv gjørdur um til bók, ið kom út í november í fjør. Silja Eystberg hevur myndprýtt bókina við vøkrum og heldur myrkum myndprýðingum, ið draga geymaraheimin fram, sum Elin hevur skapað. Hetta er aðru ferð, at Elin á Rógvi er í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins; fyrru ferð var í 2015 við bókini Og mamma! Elin hevur aftur at hesum fingið Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins 2024 fyri Flytifuglar og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2014.

 

Bókadeild Føroya Lærarafelags ynskir Elini og Silju hjartaliga til lukku við tilnevningini!

Onnur tíðindi

Ein loysn frá Sendistovuni