Tað má sigast, at farna vikan hevur verið sera hendingarík fyri Bókadeild Føroya Lærarafelags. Bókadeildin skipaði nevniliga fyri heili trimum bókatiltøkum, sum vóru sera ymisk og væl vitjað. Niðanfyri ber til at lesa meira um tey ymisku tiltøkini og síggja myndir frá teimum.
Hungursleikirnir á Glasi
Mánakvøldið 17. mars skipaðu Bókadeildin og Bókasavnið á Glasi fyri stórum tiltaki á Glasi í sambandi við, at nýggjasta bókin í røðini um hungursleikirnar hevði altjóða útgávudag týsdagin 18. mars. Fimta bókin í røðini eftir Suzanne Collins eitur Sólarris á heystingardegi og kom út á føroyskum samtíðis við onnur mál, harímillum ensku upprunaútgávuna. Beinir Bergsson, ritstjóri, setti tiltakið, har nógvir næmingar og lærarar vóru møttir upp. Hann handaði eisini Bergi Rasmussen, týðara, eitt blómutyssi og takkaði honum fyri arbeiðið við at týða allar bøkurnar í røðini, umframt nógvar aðrar bøkur til føroyskt. Aftan á setanina helt Sámal Soll, lærari, ein stuttan fyrilestur um dystopi í filmi og bókmentum, og síðan varð filmurin The Ballad of Songbirds and Snakes, ið er grundaður á fjórðu bókina, sýndur. Tá ið filmssýningin var liðug, fingu luttakararnir høvi at keypa sær eina góða máltíð frá næmingum á fyrsta ári og at lurta eftir upplestrum og síggja framførslur ymsastaðni í bygninginum. Gunnvá Zachariasen, sjónleikari, las upp úr nýggju bókini og fyrstu bókini, Kristina Halgaklett, næmingur, framførdi brot úr sjónleikinum Romeo og Juliu, og Rakel Helmsdal, rithøvundur, og Vón Holm Magnadóttir, næmingur, lósu upp úr ávikavist Dreymsótt (Sprotin, 2023) og ummæli av bókini úr Varðanum. Eftir upplestrarnar og framførsluna varð fyrsti filmurin í røðini sýndur. Onnur filmssýning endaði stutt fyri midnátt, og á midnátt kundu luttakararnir loksins ogna sær Sólarris á heystingardegi og fáa hana signeraða av týðaranum, Bergi Rasmussen.
Undurfull vika í Perluni
Í viku 12 var átak um allan heimin, ið hevði til endamáls at varpa ljós á neurodiversitet. Í tí sambandi bjóðaði Bókadeildin Sinnisbata, ADHD-felagnum, Autismufelagnum og Lesihúsinum at samstarva um eitt føroyskt átak hesa vikuna. Við støði í bókini Undurfullir heilar eftir Louise Gooding bleiv skipað fyri Undurfullu viku. Gjøgnum Undurfullu vikuna vísti Bókadeildin á barna- og ungdómsbøkur á føroyskum, sum á onkran hátt taka neurodivergens upp. Harumframt var alment tiltak í Perluni hóskvøldið 20. mars, har Beinir Bergsson, týðari, legði Undurfullar heilar fram. Eftir bókarframløguna spældi Ragnar Finsson nøkur løg, og síðan komu fýra neurodivergentir, føroyskir einstaklingar upp á pallin at bera fram sína søgu um at liva við onkrum ávísum slagi av neurodivergensi. Samstarvsfelagarnir, t.e. Sinnisbati, ADHD-felagið, Autismufelagið og Lesihúsið, høvdu funnið hvørt sítt frásøgufólk. Tey vóru Aleth Vang, Elisa Vang, Birita á Høgaryggi og Sigurð Lamhauge. Gestirnir í Perluni, ið vóru um 100 í tali, kundu eisini keypa Undurfullar heilar fyri serprís hetta kvøldið.
Sjókæti A-OY løgd fram á Argjum
Leygardagin 22. mars var alment tiltak á Argjum í sambandi við útgávuna av Sjókæti A-OY eftir Sólrún Michelsen við myndprýðingum eftir Anniku Øyrabø. Tiltakið byrjaði í Gulaskúla, har bókarframløga var á skrá. Niels Jákup Thomsen, stjóri á Bókadeildini, setti tiltakið við at greiða frá tilgongdini við at gera bókina og at æra minnið um Ellu Smith Clementsen, rithøvund. Bókin er lutvíst fíggjað av minnisgávu, ið varð latin í sambandi við hennara jarðarferð. Síðan hevði Paula Gaard, bókmentafrøðingur, samrøðu við Sólrún og Anniku um nýggju bókina. Sólrún las eisini upp úr bókini, og Annika sýndi fram allar myndirnar úr bókini. Tá ið samrøðan var liðug, kundu gestirnir ogna sær bókina og fáa hana signeraða av rithøvundinum og myndprýðaranum. Sum nakað eyka hevði Føroya Sjósavn opið hús fyri øllum gestunum. Gestirnir kundu spáka sær ein stuttan túr oman á Sjósavnið, fáa sær ein góðan drekkamunn og síggja djóralívið úr føroyskum sjógvi.
Við hesum vil Bókadeild Føroya Lærarafelags takka øllum luttakarum og viðfyriskiparum fyri eina spennandi og øðrvísi viku.