Sjókæti A-OY – nýggj, upprunaføroysk myndabók verður løgd fram

Ansjós, állur, búrfiskur … Anda djúpt inn og kava niður í litríka og frálíka heimin undir vatnskorpuni! Kom við á eina serliga ferð gjøgnum stavraðið og hitt ennifiskin, rossamakrelin, skøtuna og nógv onnur forvitnislig sjódjór í hesi serstøku bókini.

Sólrún Michelsen hevur skrivað stuttligu og læruríku rímini um alskyns djór í havinum, og Annika Øyrabø hevur myndprýtt bókina við vøkrum, skemtiligum og spennandi pappírsklippum. Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út.

Sjókæti A-OY er lutvíst fíggjað av minnisgávu, sum varð latin í sambandi við jarðarferðina hjá Ellu Smith Clementsen, rithøvundi. Við hesi útgávuni ynskja tey avvarðandi og Bókadeild Føroya Lærarafelags at æra minnið um Ellu.

Í sambandi við útgávuna av Sjókæti A-OY verður bókarframløga í Gulaskúla á Argjum leygardagin 22. mars klokkan 12, har Paula Gaard fer at hava samrøðu við Sólrún og Anniku. Millum kl. 13-14 bjóðar Sjósavnið øllum gestunum inn at síggja nógvar av teimum fiskunum og hinum sjódjórunum, sum eru í bókini. Høvi verður at hitta rithøvundin og myndprýðaran og fáa bókina signeraða. Tiltakið er alment og ókeypis.

 

Onnur tíðindi

Ein loysn frá Sendistovuni