Bob vann gull í Frankfurt

Týskvøldið 15. oktober vann Bob eftir Bárð Oskarsson gull í barnabókmentaflokkinum hjá MGIP Book Awards 2024.

 

Bárður hevur áður vunnið MGIP Book Award fyri Træið í 2017, og í síðstu viku varð kunngjørt, at myndabókin Bob fekk The White Ravens-heiðursmerki frá The International Youth Library. Harumframt hevur Bárður fingið fleiri aðrar virðislønir og tilnevningar.

 

Sanna A. Dahl, ritstjóri á Bókadeildini, tók ímóti flotta heiðurspróvnum í Frankfurt í gjár vegna Bárð og Bókadeild Føroya Lærarafelags.

 

Bókadeild Føroya Lærarafelags gav Bob út á vári 2024. Bob er longu útgivin í Danmark og fekk frálík ummæli, m.a. í Weekendavisen. Rættindini til Bob eru seld til USA, og áhugi er frá fleiri øðrum londum.

 

Vit ynskja Bárði hjartaliga til lukku við heiðrinum!

Onnur tíðindi

Ein loysn frá Sendistovuni