5 nýggjar barnabøkur á føroyskum

5 nýggjar barnabøkur á føroyskum

Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur fimm bøkur út í ársins sætta bókaumfari.

Les meira um nýggju bøkurnar niðanfyri.

 

Mín stóra spælibók - Náttúra

Ein STÓR bók at lesa saman við teimum smáu um fyrstu orðini, litir, tøl, skap og nógv annað.

Ingela P. Arrhenius hevur skrivað og myndprýtt.

Bókin er ein pappbók, 10 bls. og til børn, sum eru uml. 0-2 ár.

 

 

 

 

Drotningin, sum dugdi alt uttan …

Bambalina drotning dugir alt!
Uttan kanska eitt. Hvat man tað vera? Kanska verður tað avdúkað tann dagin, tá hon ríður á hestavogninum hjá sær, tí hon skal lata ein nýggjan barnagarð upp (um hon nær at vera har til tíðina).

Gunnar Helgason hevur skrivað, Rán Flygenring hevur myndprýtt, og Sanna A. Dahl hevur týtt úr íslendskum. Bókin er innbundin, 36 bls. og til børn, sum eru uml. 3-5 ár.

 

Nudlapuddilin – Kanningarbólkurin 5

Tað fer skjótt at vera yvirflóð í antibaðilandinum. Pingvinirnar eru frá sær sjálvum av ræðslu og hava brúk fyri, at Ella og Felix hjálpa teimum.

Samstundis er hundurin hjá Fúkandi Ferð, herovasta, horvin, og herovastin er ikki fegin.

Hava hesar báðar gáturnar nakað við hvørja aðra at gera?

 

Paraplyglepsarin – Kanningarbólkurin 6

Paripylfarnir búgva í einum løgnum landi, sum er umgirt við himmalhøgum fjøllum.

Húsini hjá teimum eru við at skrambla niður í bládýpið, og tað hevur skund at fáa fatur á superlíminum úr paraplyblómunum.

Men í paraplytrænum hevur tann vandamikli paraplyglepsarin gjørt sær reiður. 

Kanningarbólkurin tekur sær av málinum!


Bobbie Peers hevur skrivað røðina um Kanningarbólkin, Sandra Steffensen hevur myndprýtt, og Elsa Birgitta P. Petersen hevur týtt úr norskum. Bøkurnar eru heftar, 120 og 96 bls. og til børn, sum eru uml. 6-9 ár.

 

Mumiugátan

Ein gátuførur fremmandur kemur til Eldsala. Hetta er heitasta summarið, Herbert nakrantíð minnist, og vespurnar eru allastaðni. Samstundis eru fólk í Eldsala farin at leggjast sjúk. Tey fáa fepur og reyð eygu, og Herbert og vinkonan Sally hava varhugan av, at okkurt er galið. Okkurt ræðuligt er um at henda! Tey leita sær trygd í loyniliga goymistaðnum, í afturlatnu vindmylluni, har eingin livandi – ella deyður – fær fatur á teimum. Ella er tað nú so?
Bókin er sjálvstøðugt framhald av bókunum Loyndarmálið hjá varúlvinum og Sombifepur.

Kristina Ohlsson hevur skrivað, og Vagnur Streymoy týddi úr svenskum. Bókin er heft, 326 bls. og til børn, sum eru uml. 10-12 ár.

Onnur tíðindi

Ein loysn frá Sendistovuni