Bókadagar eru í Norðurlandahúsinum 15. - 17. novembur 2024, og Bókadeildin skipar fyri spennandi skúlatiltøkum fríggjadagin 15. novembur.
Les um tiltøkini niðanfyri.
Leyp nú, Eva! við Rakel Helmsdal
Nær: fríggjadag 15. novembur kl. 09.00
Hvar: í Skálanum í Norðurlandahúsinum
Málbólkur: 4. - 6. flokkur
Tilmelding: FULT TEKNAÐ
Leyp nú, Eva! er ein spennandi søga um loyndarmál og gátur, syrgiligar lagnur og lívsjáttandi dirvi.
Hvør torir at renna oftast yvir um sporið, áðrenn tokið kemur? Tað er spælið, sum Eva og vinfólkini spæla tann dagin, tá tað næstan endar galið. Ein loyndarfullur bjargingarmaður bjargar Evu frá tí vissa deyða. Men hvør er hann, og hví er hann so ólukkuligur? Og hví uppførir vinkonan, Merian, seg knappliga so løgið? Hví vil hon ikki fortelja Evu, hvar hon býr? Eva og vinfólk hennara sleppa at spæla við í einum ordiligum sjónleiki, og tað er sum ein dreymur – men skjótt hópa loyndarmálini í Seraphia Teatri seg upp.
Rakel Helmsdal er rithøvundur og myndlistafólk. Rakel fer í samrøðu við Paulu Gaard, bókmentafrøðing og miðnámsskúlalærara, at greiða frá bókini og m.a. tosa um, hvussu tað er at vera rithøvundur. Næmingar fáa eisini høvið at spyrja spurningar.
Oyggin hjá teimum horvnu - við Agnete Hentze Pichotka
Nær: fríggjadag 15. novembur kl. 10.00
Hvar: í Skálanum í Norðurlandahúsinum
Málbólkur: 4. - 6. flokkur
Tilmelding: FULT TEKNAÐ
13 ára gamli Harald býr á Skarvaoyggjunum. Tá abbi hansara hvørvur til sjós í ódnarveðri, setir Harald sær fyri at ganga upp um fjallið og finna kópafólkini. Við hjálp frá teimum kann hann kanska finna abba sín. Men kanst tú líta á tílíkar verur? Og hvat um tær als ikki eru, sum hann helt, tær fóru at vera?
Agnete er vaksin upp í Danmark við føroyskum pápa og hevur ferðast nógv í Føroyum sum barn. Skarvaoyggjarnar eru Føroyar, soleiðis sum Agnete ímyndar sær, at her var í hálvtrýssunum. Men fyri at sleppa at skriva frítt, gav hon Haraldi sínar egnu oyggjar og fylti tær við veruligum havnum, bygdum og søgnum.
Oyggin hjá teimum horvnu – Skarvaoyggjarnar 1 er fyrsta bókin hjá Agnete Hentze Pichotka. Kathrina Skarðsá hevur myndprýtt, og Bókadeildin gevur út. Agnete fer í samrøðu við Saru Leonhard Dybvad, sum er lærari og skúlabókavørður, at greiða frá bókini og tosa um, hvussu tað er at skriva sína fyrstu bók. Næmingar fáa eisini høvið at spyrja spurningar. Tiltakið er á donskum.
Feigdarfræ - Tóra 3 við Elini Michelsen
Nær: fríggjadag 15. novembur kl. 11.00
Hvar: í Skálanum í Norðurlandahúsinum
Málbólkur: 7. - 10. flokkur
Tilmelding: TRÝST HER
Elin Michelsen hevur skrivað røðina um Tóru – fyrstu føroysku fantasy-ungdómsrøðina. Gávurnar hjá huldugentuni Tóru gerast sterkari og sterkari, men hvussu leingi kann hon halda eldinum í skríninum niðri? Feigdarfræ er síðsta bókin í tríverkinum um Tóru og hennara stremban eftir at finna út av, hvør hon er í einum heimi, sum vísir henni eina síðu, sum Tóra ikki ánaði var til. Bók 1 og 2 í røðini eru Rimarúmið og Vanvarði.
Elin Michelsen er útbúgvin innan samskifti og arbeiðir í Kringvarpi Føroya. Sum fastur gestur á bókasavninum undir uppvøkstrinum gjørdust hillarnar, har ævintýrligu verurnar hildu til, hennara fyrsta val, og hava verið tað líka síðan.
Elin fer í samrøðu við Sannu Klein, bókmentafrøðing og miðnámsskúlalærara, at greiða frá bókini og tosa um at skriva fantasy, sum gongur fyri seg í Føroyum. Næmingar fáa eisini høvið at spyrja spurningar.
Skúlatiltøkini eru uppløgd til flokkar, sum hava arbeitt ella umhugsa at arbeiða við bókunum.