Elin á Rógvi fekk í gjár barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins. Hon fekk virðislønina fyri bókina Flytifuglar, sum er spennandi krimi fyri børn og ung.
Í bókini fylgja vit 11 ára gomlu Mai, sum er flutt úr Tailandi til Vestmanna. Mai roynir at finna seg til rættis í nýggju tilveruni í Føroyum, men hon verður møtt við fleiri avbjóðingum, ið kunnu gera seg galdandi, tá ið tvær ymiskar mentanir hittast. Brádliga hvørvur eitt barn, og Mai og vinkona hennara, Emma, seta sær fyri at rannsaka málið sjálvar. Gjøgnum søguna verður stríðið hjá Mai fyri at finna sín samleika og at kenna seg heima í einum fremmandum heimi, lýst.
Útnorðurráðið samtykti í 1999 at lata barna- og ungdómsbókmentavirðisløn til bók úr Føroyum, Íslandi ella Grønlandi. Virðislønin var fyrstu ferð latin í 2002. Hon er 60.000 krónur, og er latin 11 ferðir. Hetta er fimtu ferð, at ein føroyskur høvundur fær virðislønina. Umframt Elina á Rógvu, Dánial Hoydal og Anniku Øyrabø hava Bárður Oskarsson (2018 og 2006) og Rakel Helmsdal (2016) vunnið barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins.
Hjartaliga til lukku, Elin á Rógvi!