Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins verður latin í Norðurlandahúsinum í Havn í dag. Føroyar hava innstillað bókini Flytifuglar hjá Elini á Rógvi, sum Bókadeildin gav út í 2023.
Útnorðurráðið samtykti í 1999 at lata barna- og ungdómsbókmentavirðisløn til bók úr Føroyum, Íslandi ella Grønlandi. Virðislønin var fyrstu ferð latin í 2002. Hon er 60.000 krónur, og er latin 11 ferðir. Føroyskir høvundar hava fingið hana fýra ferðir.
Bókadeildin fegnast um, at Elin á Rógvi við Flytifuglar er millum tey tilnevndu í ár!
Um Flytifuglar
Eitt mist heim.
Eitt rænt barn.
Og ein pistól ímóti høvdinum …
Hóast 11 ára gamla Mai hevur búð í Vestmanna í fleiri ár, er tað ringt at føla seg heima, tá eingin letur hana gloyma, at hon er øðrvísi. Tá ein drongur hvørvur sporleyst úr einum barnavogni, royna Mai og vinkonan Emma at finna hann. Dagarnir ganga, og leitanin tykist vónleys. Men knappliga stendur Mai við einum smábarni í ørmunum og má flýggja fyri lívinum, um hon skal bjarga sær sjálvari og barninum.
Flytifuglar er ein spennandi krimi, og ein søga um at vera tilflytari, sum ikki pyntar upp á veruleikan.