Svansi-Bob er ein spildurnýggj myndabók, sum Joan Waag Høgnesen hevur skrivað, og Hans Jacob Østerø hevur myndprýtt. Hetta er ein herlig og svansut søga við stuttligum myndum um svanga grísin Bob, sum fer sín fyrsta túr inn í býin at fáa sær okkurt lekkurt at eta.
Kom við!
Leygardagin 31. august kl. 15 skipar Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri hugnaligum útgávutiltaki fyri børn á barnabókasavninum í Havn.
Joan fer at lesa søguna, og Christina Eriksen fer at syngja nakrar barnasangir.
Aftaná fáa øll okkurt søtt og lekkurt, og møguleiki verður at keypa bókina fyri serprís. Høvi verður at hitta rithøvundin og myndprýðaran, og bæði Joan og Hans Jacob tíma væl at signera bøkur! :)
NÆR: leygardagin 31. august kl. 15.00
HVAR: á Býarbókasavninum í Havn (barnabókasavnið á 3. hædd)
Fyrsta bók hjá rithøvundi
Joan er námsfrøðingur og arbeiðir í frítíðarskúlanum á Argjahamri. Hon býr á Argjum, og Svansi-Bob er hennara fyrsta bók. Hans Jacob hevur útbúgving í margmiðlasniðgeving og arbeiðir m.a. sum fríyrkismyndprýðari. Hann býr í Klaksvík.
Um Svansi-Bob
Bob er ein grísur. Bob elskar at eta. Bob hevur hoyrt, at lekkur matur er at fáa í býnum ...
Hevur tú nakrantíð hugsað, hvar orðið svansibob kemur frá? Nei?
Tað hevur Bob heldur ikki, og hann skilir ikki, hví øll kalla hann soleiðis, og hví øll eru so ill.
Bob er jú bara svangur.
Lúr í bókina