Stuttsøgukapping: Skal tín stuttsøga gevast út í øllum norðurlondum?

Norðurlendsk stuttsøgukapping - stuttsøgur til børn

 

Bókadeild Føroya Lærarafelags útskrivar stuttsøgukapping. Evnið er felagsskapur (í øllum formum). Kappingin er partur av norðurlendskari verkætlan, har vinnandi søgan í hvørjum landi verður útgivin í einum stuttsøgusavni. Allar søgurnar verða týddar til hini norðurlendsku málini, og hvørt land gevur savnið út á sínum máli.

Endamálið er at styrkja samanhaldið í norðurlondum, soleiðis at tekstirnir røkka tvørtur um landamørk.

Krøv:

  • Søgan skal vera til børn, og evnið er felagsskapur (í øllum formum).
  • Stuttsøgan skal vera í mesta lagi 8 síður á 2.000 tekn.

 

Innlatingarfreist: Fyri at luttaka í stuttsøgukappingini skulu stuttsøgurnar latast inn við telduposti til Bókadeildina á bfl@bfl.fo í seinasta lagi sunnudagin 1. septembur 2024.

Vinningur: 8.000 kr. og luttøka í norðurlendskum seminari við hinum rithøvundunum og forløgunum.

Vinnarin verður kunngjørdur 1. oktobur.

 

Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini.

Onnur tíðindi

Ein loysn frá Sendistovuni