Farloyvisstarv sum bókmentaligur samskipari til FarLit og marknaðarfólk til Bókadeildina

FarLit og Bókadeild Føroya Lærarafelags søkja eftir bókmentaligum samskipara og marknaðarfólki fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi at byrja 16. septembur 2024 og til 1. oktobur 2025.

Samskipanaruppgávur í FarLit
Helvtina av starvstíðini verður at samskipa FarLit. Henda uppgáva er fyrst og fremst at fáa føroyskar bókmentir út í heim. Tú skalt fyrireika fundir við altjóða bókaforløg á bókamessum í eitt nú Frankfurt og Bologna, fáa til vega kunnandi tilfar um nýggjar føroyskar bókmentir í samstarvi við úrvalsnevnd, fáa tilfarið týtt og lagt út á heimasíðu. Tú skalt eftirfylgjandi røkja sambandið við øll áhugað í samstarvi við føroysk forløg. Tú fert í samstarvi við stuðulsnevnd at umsita týðara- og útgávustuðul til útlendsk forløg.

Marknaðarførsluppgávur á BFL
Helvtina av starvstíðini fevnir um fjølbroyttar uppgávur á Bókadeildini. Høvuðsuppgávurnar eru at varpa ljós á og miðla bøkurnar hjá Bókadeildini, barnabløðini, Skúlablaðið, Bókaklubban og átakið Føroyar lesa á ymsum pallum, og at umsita heimasíðuna hjá Bókadeildini og at hava samband við viðkomandi partar sum miðlar, skúlar og bókavørðir og at skipa fyri útgávutiltøkum.

Førleikakrøv
• Stórur áhugi og kunnleiki um føroyskar bókmentir
• Viðkomandi útbúgving og/ella starvsroyndir
• Góðir málsligir førleikar at arbeiða við teksti
• Hugur og førleiki at arbeiða við heimasíðum og talgildum miðlum
• At tú arbeiðir sjálvstøðugt, men samskiftir opið og væl við onnur

Vit bjóða
Starvið er spennandi við nógvum samskifti við føroysk og útlendsk forløg, rithøvundar og fólk í serliga norðurlendsku mentanarstovnunum. Tú skalt vera við á altjóða bókamessum og fundum við norðurlendskar samstarvsfelagsskapir.

Setanar- og lønartreytir
Starvið sum samskipari verður lønt sambært avtalu.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til stjóran á Bókadeildini og verkætlanarleiðara á FarLit, Niels Jákup Thomsen, á tlf. 235772 ella á nielsjakup@bfl.fo

Umsókn
Skrivlig umsókn við avriti av viðkomandi prógvum og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 1. juli.

Bókadeild Føroya Lærarafelags
Pedda við stein gøtu 9
FO-110 Tórshavn
Ella við telduposti til: nielsjakup@bfl.fo


Bókadeildin er forlag undir Føroya Lærarafelag, sum gevur út barna- og ungdómsbøkur, umframt barnabløðini STROK og Píka7 og fakblaðið fyri lærarar, Skúlablaðið. Vit hava bókaklubba fyri børnum og ungum í øllum aldri. Les meira á www.bfl.fo.

FarLit varð stovnað í 2012, og fremsta uppgávan er at fáa føroyskar bókmentir út í heim. FarLit luttekur á altjóða bókamessum, letur týðarastuðul til útlendsk forløg, sum geva føroyskar bøkur út v.m.

Onnur tíðindi

Ein loysn frá Sendistovuni