Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út nýggja upprunaføroyska myndabók til smábørn. Bókin kemur í handlarnar 22. mars 2024.
“Eg vil eisini!” er smábarnabók, sum Guðrið H. Jacobsen hevur skrivað, og Henny Dánialsdóttir hevur myndprýtt. Fílurin vil duga at sveiggja í trøunum líka sum apan, og apan vil duga at gera springvatn líka sum fílurin. 1, 2, 3 – og nú!
Hetta er ein fitt og stuttlig søga við elskuligum myndum um at vilja duga tað, sum hini duga. Men vit eru øll ymisk, og duga øll okkurt serligt!
Guðrið er námsfrøðingur og fæst við handaligt virksemi á verkstaðnum Vón. Hon er úr Miðvági og býr í Havn. Søgan er íspunnin saman við hennara børnum. Henny er myndlistalærari á Nám X og ráðgevi á Námi. Í frítíðini fæst hon við nógv kreativt sum at mála, gera grafikk og glaslist. Hon er úr Oyndarfirði og býr í Havn. Hetta er fyrsta bók hjá bæði rithøvundi og myndprýðara.
Útgávutiltak fyri børn:
Leygardagin 23. mars kl. 15 verður hugnaligt útgávutiltak fyri børn í nýumvældað barnabókasavninum í Havn. Guðrið fer at lesa søguna, og vit fara at syngja nakrar barnasangir.
Aftaná verður ein drekkamunnur og møguleiki at keypa bókina fyri serprís. Høvið verður at hitta rithøvundin og myndprýðaran.
Lúr í bókina