Myndabók um jól í Hogwarts kemur til jóla!

“Jól í Hogwarts” er myndabók við vøkrum og fjálgum myndum til alla familjuna. Bókin kemur út kring heimin á 31 málum samstundis tann 15. oktobur 2024 – sjálvandi eisini á føroyskum! Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út.

 

Fyri milliónir av lesarum kring heimin er Hogwarts ein gandaheimur. Bókadeildin boðar í dag frá, at í heyst kemur Jól í Hogwarts, ein hjartanemandi og vøkur myndprýdd bók, sum uttan iva fer at gleða lesarar í øllum aldri, um fyrstu jólini hjá Harry Potter í gandaheiminum. Við teksti úr metsølubókini Harry Potter og vitramannasteinurin eftir J.K. Rowling og glógvandi myndprýðingum í litum, sum Ziyi Gao hevur gjørt, kemur skreytútgávan á 31 málum samstundis 15. oktobur 2024.

 

Um Jól í Hogwarts

“Jólini vóru í hondum. Ein morgun vaknaðu tey í Hogwarts og sóu, at alt lá undir í høgum kava.” Soleiðis byrjar 12. partur í Harry Potter og vitramannasteinurin eftir J.K. Rowling og fjálga søgan um fyrstu jólini hjá Harry Potter í Hogwarts. Stóra Høll er stásiliga pyntað við stórum jólatrøum, og kvøldini í Felagsstovuni í Gryffindor eru so hugnalig. Hetta er ein jólaferia við hita, vinalagi, góðum mati og gandayvirraskilsum, sum Harry ongantíð gloymir.

 

Ziyi Gao sigur: “Líka sum óteljandi børn kring heim heimin vaks eg upp við nøsini niðri í Harry Potter-bókunum og trúði upp á, at mín gandadreymur kundi gerast veruleiki. Hóast uglan ikki kom við brævi til mín, sum segði, at eg var sloppin inn á Hogwarts, meti eg meg vera ótrúliga hepna at vera ein av myndprýðarunum til hesa høgt elskaðu bókarøð. Í hesi bókini havi eg vovið partar úr gandaheiminum saman við siðbundnum jólasiðvenjum. Eg vil skapa eina visuella uppliving fyri øll børn og vaksin, sum leingjast eftir at uppliva eini gleðilig jól saman við Harry og vinunum í Hogwarts.”

 

Um myndprýðaran

Ziyi Gao er uppvaksin í Beijing, Kina. Hon flutti til USA í 2014 og hevur útbúgving sum myndprýðari frá School of Visual Arts í New York. Ziyi er ein ravenclaw og býr í løtuni í Vancouver, Kanada.

 

Um rithøvundin

J.K. Rowling er rithøvundurin handan Harry Potter-bøkurnar. Hon hevur eisini skrivað eina metsølukrimirøð og tvær sjálvstøðugar barnabøkur, m.a. Jólagrísin, sum BFL hevur útgivið á føroyskum. J.K. Rowling hevur fingið nógvar virðislønir fyri sínar bøkur. J.K. Rowling býr í Skotlandi við familjuni.

 

Um Harry Potter

Røðin um Harry Potter hevur selt yvir 600 mió. eintøk kring heimin á 85 málum og er gjørd til átta stórfilmar. Sjeynda bókin Harry Potter og arvalutir Deyðans seldi 8,3 mió. eintøk fyrstu 24 tímarnar í USA og sló øll met fyri bókaútgávur.

Onnur tíðindi

Ein loysn frá Sendistovuni