Rættiliga góð, ræðuliga stuttlig og svakliga flovislig!
Bøkurnar um Wimpy Kid eru seldar í yvir 200 mió. eintøkum. Tær eru eisini gjørdar til film. Nú er fyrsta bókin komin á føroyskum.
At vera barn kann vera ordiliga rotið. Hetta veit eingin betur enn Greg Heffley, sum gongur í miðdeild, har klantraslig neyðardýr skulu ganga í flokki saman við børnum, sum eru nógv hægri og longu raka sær.
Í Dagbókini hjá einum vussi hevur rithøvundur og myndprýðari, Jeff Kinney, gjørt eina ósannlíka hetju. Sum Greg sigur í dagbókini:
Tú mást bara ikki vænta, at eg fari at vera ordiliga soleiðis „góða dagbók” hetta og „góða dagbók” hatta.
Tíbetur fyri okkum er tað stórur munur á tí, sum Greg Heffley sigur, at hann fer at gera, og tí, sum hann ger.
Jeff Kinney hevur skrivað og teknað Wimpy Kid - dagbókina hjá einum vussi. Jóhanna Heðinsdóttir Wolles týddi úr enskum, og Bókadeildin gevur út.
- Bara ein part aftrat! Hetta pettið er so stuttligt, eg má lesa eitt sindur meira!
Askur eigur nógvar bøkur, men fyri tíðina tímir hann ikki so væl at lesa sjálvur. Men nú kom gongd í aftur!
Gleð teg at lesa Wimpy Kid - Dagbókina hjá einum vussi