Týðarin um bókina - Afgansku synirnir

Fyrr í heyst gav Bókadeildin svensku ungdómsbókina Afgansku synirnir út. Elin Persson hevur skrivað bókina; og Julia Rutt Petersen týddi til føroyskt. Bókin er eitt innlit í gerandisdagin hjá flóttafólkabørnum, sum koma til Svøríkis lýst frá sjónarhorninum hjá Rebekku, sum arbeiðir á einum sambýli fyri flóttafólk.

 

Julia hevur svarað nøkrum spurningum um bókina:

 

Hví valdi tú at fara undir at týða hesa bókina til føroyskt?

Eg hevði lisið bókina, og hon rørdi meg. Eg havi búð í Svøríki í nógv ár, og havi verið lærari á miðnámsskúla har. Eg havi verið lærari hjá dreingjum, sum koma einsamallir úr Afganistan líka sum teir, sum bókin er um. So tá eg varð spurd, um eg vildi týða bókina fyri Bókadeildina, segði eg beinanvegin ja!

 

Hvat heldur tú, at hendan bókin kann geva føroyskum lesarum?

Hon kann geva føroyingum innlit í eitt evni, sum føroyingar sum heild kanska ikki vita so nógv um. Sjónarmiðið í bókini er hvørki fyri ella ímóti flóttafólkamóttøku, men hon lýsir nokk so partleyst gerandisdagin hjá hesum dreingjunum. Og tað er eitt sindur sjáldsamt, haldi eg. Verða flóttafólk umrødd, er tað oftast í tíðindasendingum, í samband við kríggj ella í hvønn mun vit eru før fyri at taka ímóti teimum. Tey verða ofta umtalað sum tøl ella í øllum førum ein hópur. Vit hava kanska lyndi til at gloyma, at flóttafólkini eisini eru einstaklingar og verulig menniskju. Tað, sum mær dámar serliga væl við bókini, er, at hon ger hesar dreingirnar, sum eru flóttar úr Afganistan, menniskjaligar. Afgansku synirnir er um tríggjar dreingir, sum vit læra at kenna og kunnu kenna empati við. Tað haldi eg er nokk so gott.

 

Hvat var serliga áhugavert og avbjóðandi við at týða júst hesa bókina?

Tað var, at hetta evnið fyllir nógv í Svøríki, so her eru nógvar tilsipingar og undirtónar, sum svenskarir lættliga fanga. Flóttafólk úr Afganistan, Sýria, Irak, og aðrastaðni og umstøðurnar hjá teimum sum heild hava fylt nógv í miðlunum í Svøríki. Summi orð og fyribrigdi, sum nú eru partur av gerandismálinum í Svøríki og tí ikki lýst í bókini, kunnu tí vera eitt sindur ring at skula yvirføra í ein føroyskan málsligan samanhang, tí støðan slett ikki er tann sama her.

Eisini var tað ein avbjóðing, at málburðurin er so minimalistiskur í bókini. Hon er skrivað næstan sum ein journalur við knøppum lýsingum og frágreiðingum, sum eru á tremur av undirtónum og kenslum ímillum linjurnar. Tá er tað umráðandi at raka rætt – at velja júst tað rætta orðið.

 

Hvør átti at lisið hesa bókina?

Tey, sum eru áhugað í integratión og mentanarmótum, og tey, sum kundu tonkt sær at vita, hvussu tað gongur fyri seg, tá ein einsamallur tannáringur kemur sum flóttafólk til Svøríkis. Bókin er ætlað ungum vaksnum, men “vanlig” vaksin kunnu væl fáa nógv burturúr bókini eisini.

Onnur tíðindi

Ein loysn frá Sendistovuni