Luddi og Lundisa komin í Norðurmakedónia

Bókadeildin var í farnu viku á stóru bókamessuni í Frankfurt. Á bókamessum røkja og skapa vit sambond við forløg, sum vit samstarva við. Eitt av nýggjaru sambondunum er við Norðurmakedónska forlagið Prozart, sum júst hevur givið Ludda og Lundisu hjá Vár Berghamar Jacobsen út. Á myndini sæst Dejan Trajkoski, stjóri í Prozart, í básinum hjá FarLit í Frankfurt við bókini á føroyskum og norðurmakedónskum. Dejan sigur soleiðis um bókina:

"Luddi og Lundisa er ein fjálg søga um vinalag. Eg fegnist um, at børn í Norðurmakedónia fáa møguleikan at kenna dýrgripirnir í hesi fantastisku myndabók og eisini læra um elskuligar og gellutar lundapisur!"

Hetta er fyrsta føroyska bókin, sum Prozart gevur út, men forlagið hevur ætlanir um at útgeva allar fýra bøkurnar í røðini um Ludda og Lundisu. Vár Berghamar Jacobsen hevur skrivað, Delia Ciccarelli hevur myndprýtt, og Bókadeildin hevur givið bøkurnar út. Tann fyrsta bókin, Luddi og Lundisa, kom í 2018.

 

Hinar bøkurnar í røðini eru:

Luddi og Lundisa spegla sær (2019)

Luddi og Lundisa og ein risapisa (2020)

Luddi og Lundisa fara langa leið (2022)

Onnur tíðindi

Ein loysn frá Sendistovuni