Silja Aldudóttir gav í 2022 sína fyrstu bók út – Ódjór. Nú hevur svenska forlagið Opal keypt rættindini til Ódjór og fer at geva bókina út!
Catrine Christell, forlagsstjóri í Opal, sigur, at tey vilja fegin geva Ódjór út, tí “tað er kul við størri breidd í útgávunum, og bókin viðger spennandi evni, sum hóska væl til okkum.”
Ódjór er ein øðrvísi ræðslusøga um ódjórini, sum liva rundan um og innan í okkum. Bókin snýr seg um trettan ára gomlu Astu, sum finnur eitt ódjór í kloakkunum undir býnum. Hetta ódjórið hóttir við at leggja allan býin í oyði, men Asta blívur vinur við tað og ger alt, hon kann fyri at sleppa tí leysum úr kloakkini. Ódjór viðger eisini evni sum vinalag og happing.
Opal er eitt svenskt familjuforlag við 50 árum á baki. Tað er sama forlag, sum hevur útgivið vælkendu barnabøkurnar um Pettson og Findus.
Á fyrru myndini skriva teir báðir forlagsstjórarnir Niels Jákup Thomsen og Catrine Christell undir sáttmálan, tá tey hittust á bókamessuni í Göteborg herfyri. Á seinnu myndini eru rithøvundurin Silja Aldudóttir og Bárður Dal Christiansen, sum hevur myndprýtt bókina.