Føroyskar bøkur til útisetabørn kring heimin

BankNordik og Bókaklubbin hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags hava longt stuðulssamstarvið, ið ger tað møguligt hjá føroyskum útisetabørnum kring heimin at fáa bøkur bornar til dyrnar fyri sama prís sum í Føroyum. Áhugin millum útisetar er vaksandi.

“Fremsta endamálið hjá Bókaklubbanum er at geva føroyskum børnum spennandi og viðkomandi bøkur á føroyskum. Vit eru glað um at kunna bjóða øllum børnum sama møguleika at fáa føroyskar bøkur óansæð, um tey búgva í Føroyum ella uttanlands. Áhugin frá limum uttanlands er støðugt vaksandi, og tí eru vit sera fegin um, at BankNordik heldur fram sum høvuðsstuðul og hevur økt um stuðulin,” sigur Niels Jákup Thomsen, stjóri í Bókadeild Føroya Lærarafelags.

Tá samstarvið byrjaði í 2016, fevndi avtalan um útisetabørn í Danmark, har tað vóru fáir limir. Limatalið er síðan vaksið alsamt, og í dag eru oman fyri 250 børn uttanfyri Føroyar, sum fáa bøkur frá Bókaklubbanum sendandi átta ferðir um árið.

Seinastu tíðina er tilboðið víðkað, so at børn kring allan heimin kunnu fáa føroyskar bøkur fyri sama gjald, sum limir í Føroyum rinda. Smyril Line stuðlar við at flyta bøkurnar ókeypis til Danmarkar, og stuðulin frá BankNordik verður brúktur til at fíggja tað eyka flutningsgjald, ið stendst av at senda til dyrnar kring allan heimin.

Í BankNordik eru tey fegin um samstarvið við Bókaklubban: ”Vit halda, at tað er umráðandi, at føroysk útisetabørn hava somu atgongd til føroyskar bøkur, sum børn í Føroyum. Vit vita, at tað stimbrar málmenningina hjá børnum at lesa bøkur, og vit eru fegin um at kunna virka fyri betri umstøðum fyri málmenning hjá útisetabørnum. Okkara stuðul er viðvirkandi til, at uppaftur fleiri útisetabørn fáa føroyskar bøkur í dag samanborið við fyri nøkrum árum síðani. Tað er gleðiligt,” sigur Rúna N. Rasmussen, marknaðarleiðari í BankNordik. 

 

Á myndini síggjast Rúna N. Rasmussen, marknaðarleiðari í BankNordik og Niels Jákup Thomsen, stjóri í Bókadeildini.

Onnur tíðindi

Ein loysn frá Sendistovuni