Pápar í barnabókum

Øll hava ein pápa. Um hann er til staðar ella ikki. Leikluturin hjá pápanum er broyttur og blivin størri við tíðini. Í 1970’unum var tað ikki vanligt at hava pápan við inni í føðistovuni, tá kvinnur skuldu eiga, og í dag er rættiliga vanligt at pápar taka barnsburðafarloyvi. Pápin hevur týdning, og hann vil gjarna vera partur av lívinum hjá børnunum heilt frá byrjan.

Hendan broytingin sæst aftur í barnabókmentunum, har pápin ikki longur er statistur, men bæði hevur høvuðsleiklutin sum høvuðsumsorganarpersónur og hevur fingið fleiri nuansur enn fyrr. So tá nútíðarforeldur lesa bøkur fyri børnum sínum, síggja tey pápar, sum busta tenn og leggja børn, pápar sum eru heima, tá barnið hevur fepur ella mamman er burtur í arbeiðsørindum og pápar, sum fara eftir børnunum í barnagarðinum og gera nátturða.

Børn í dag hugsa neyvan stórt um tað, men soleiðis hevur tað ikki altíð verið. Her eru nakrir pápar frá barnabókum gjøgnum tíðina.

 

Pápi Ivan Olsen

Í vælumtóktu bókunum hjá Ole Lund Kirkegaard, sum hann skrivaði, meðan hann var lærari, verða foreldur og aðrir myndugleikar ofta lýst sum tápulig og veruleikafjar. Hinvegin eru børnini forvitin, líkatil og hava hug at uppliva heimin. Pápi Ivan Olsen í Gummi-Tarzan er ein vanligur vaksin hjá Kirkegaard. Ein vaksin, sum ikki ordiliga kann brúkast til nakað. Ivan verður argaður í skúlanum, og tá hann kemur heim við vátum buksum, byrjar pápin at skelda sonin, sum er “eitt kventl og ein ónytta”.

“Tú mást læra at sláa aftur, drongur. Tú mást venja teg upp til rættan mann.”

Pápi Ivan Olsen í Gummi-Tarzan (1975) eftir Ole Lund Kirkegaard.

 

Pápi Ronju

Astrid Lindgren var góð við pápa sín, sum lærdi hana kynstri at siga søgur. Pápar við hjartað á røttum stað eru eisini í søgunum hjá henni. Í Ronju Ránsmannadóttir hitta vit ránsmannakongin Mattas, sum, hóast hann sær harður út, er bleytur, tá tað snýr seg um dóttir hansara. Frá fyrstu ferð hann sær hana, fyllist hann av kærleika til lítlu Ronju.

“Men Mattas vildi ikki lata dóttrina frá sær. Hann stóð har og hugdi undrandi at hennara blonku eygum, hennara lítla munni, teimum svørtu hárpurlunum, teimum hjálparleysu hondunum, og hann skalv av kærleika.”

Ronja Ránsmannadóttir (1981) eftir Astrid Lindgren.

 

Pápi Emil

Í søgunum um Emil eru foreldrini eisini sjónlig, sum uppalarar á ein strangan, men kærleiksfullan hátt: Alma er milda mamman, sum skrivar dagbók um skálkabrøgdini hjá soninum, og pápin, Anton Svendsen er snarsintur og revsandi, men er innast inni góður við Emil, sum eisini kemur til sjóndar í løtum. Hann er ein myndugleiki og patriarkur av gamla skúlanum, sum rystir í Emil og læsir hann inni á verkstaðnum, tá hann hevur verið óskikkiligur.

Pápi Emil í bókunum um Emil í Lønnibergi (1963) eftir Astrid Lindgren.

 

Pápi Álv

Í 1972 skrivaði Gunilla Bergstrøm sína fyrstu bók um Álv Ákason, sum býr einsamallur saman við pápanum, sum roykir pípu og fyri tað mesta er í troyggju og inniskóm og lesur eitt blað. Mammuna hoyrir man einki um, heldur ikki sum ein sakn ella eina sorg. Rithøvundurin minnist ikki eingongd, hví hon ikki skrivaði eina mammu inn í søguna. Soleiðis bleiv tað bara. Og tað er eingin trupulleiki, at eingin mamma er. Álvur og fitti pápin hava tað gott saman og fáa hjálp frá fastrini og ommuni, um tørvur er á hjálpandi hondum.

Pápi Álv í bókunum um Álv Ákason (1972) eftir Gunillu Bergstrøm.

 

Burturstaddi pápin

Í røðini hjá Kim Fupz Aakeson um Vitello, er pápin haraftur ímóti saknaður. Vitello býr einsamallum saman við mammu síni í raðhúsi og einum pápa, sum ikki er í myndini. Hann skal faktiskt helst ikki nevnast, tí hann er eitt bartrog. Ein av bókunum eitur Vitello vil hava ein pápa, og har stendur:

Mamma segði altíð: “Pápi tín var eitt bartrog, so er tað sagt.”

Tá eg verði stórur, vil eg eisini vera bartrog,” segði Vitello. “Og ganga við knívi.”

“Tað kanst tú gott gloyma,” segði mamma.

  

Vitello vil hava ein pápa (2008) eftir Kim Fupz Aakeson og Niels Bo Bojesen.

 

Kelda: bog.dk

Onnur tíðindi