Strikurnar tilnevnd til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2023

Tað er júst komið fram at myndabókin, Strikurnar, sum Bókadeildin gav út í 2022 er tilnevnd til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn norðurlandaráðssins 2023. Virðislønin verður handað 31. oktobur í Oslo.

Les um allar tær tilnevndu barna- og ungdómsbøkur HER.

 

Grundgeving:

Hvat gert tú, tá strikurnar eru allastaðni, og tú ongan hevur at tosa við?

Myndabókin, Strikurnar, snýr seg um tveir vinmenn, sum fylgjast heim úr skúla. Teimum nýtist ikki at siga so nógv. Teir skilja hvønn annan og vita, at alt er í lagið. Sambandið teirra millum er sjónligt bæði í tekstinum og myndunum. Teir traðka við báðum beinum á strikurnar á vegnum – tær, sum seinni verða til ein trupulleika fyri høvuðspersónin: strikurnar og óttin fyri at traðka á tær.

Óttin fyri strikunum stendst av, at abbin doyr, og drongurin følir seg ikki sum part av sorgini hjá teimum vaksnu. Máttloysið hjá teimum vaksnu í hesi torføru støðuni verður lýst við kontrastum, har tey vaksnu standa sum svartir skuggar við einum teppi av tárum í bakgrundini. Drongurin stendur fremst í myndini í ljósum litum; einsamallur, uttanfyri og stúrin. Tað er nú, hann byrjar at síggja strikurnar – allastaðni – og hann verður meira og meira burtur í tankanum um at gera tað rætta. Strikurnar, sum á fyrstu opnu á ósekan hátt skilja flisarnar á vegnum, verða mitt í bókini lýstar, sum tað ódjórið, man møtir longu á myrku og øgiligu permuni. Drongurin, sum nú bara sæst aftanifrá, er næstan í klónum og í kjaftinum á tí stóra ódjórinum úr strikum.

Drongurin greiðir sjálvur frá tí torføra við at seta orð á sínar tvingsilstankar – hann veit væl, at tankarnir fylla alt ov nógv, men hann er ikki førur fyri at broyta sítt atferðarmynstur. Hann stendur einsamallur við strikunum, og vinmaðurin skilir hann ikki longur. Í hesi støðuni upplivir hann, hvussu tað kennist, tá ein vinur knappliga ikki orkar at fylgjast við sær longur. Hann skilir væl hví, men klárar ikki at gera nakað við tað. Strikurnar hava fingið ræðið á honum. Drongurin er eisini sannførdur um, at mamman ikki fer at skilja hansara tankar, og tí sigur hann teir ikki fyri henni. Men hóast mamman ikki veit, hvat er galið við soninum, skilir hon, sum tann vaksni umsorganarpersónurin, at talan er um eina støðu, har hon má gera nakað. Tey eta vaflur, ganga túr, fanga kombikk og krabbar, og drongurin gloymir alt um strikurnar.

Ígjøgnum menniskjaligt samband og sosiala samveru lærir hann seg at gloyma strikurnar, sum eru allastaðni.

Lesarin er næstan skrivaður út úr tekstinum í tí neyva og ítøkiliga málbrúkinum, sum allíkavæl klárar at hugfanga ein og hvønn lesara og ger Strikurnar til eina tíðarleysa og almenniskjaliga bók, sum setir orð á tørvin hjá menniskjum at megna torføru partarnar av lívinum. Bókin viðger eitt álvarsligt evni, sum hon ikki fer lættliga um, men vísir, at í truplum og vónleysum støðum finnast loysnir og vón. Strikurnar vóru har í byrjanini, og tær eru har enn. Hetta verður lýst á vakran hátt á forsatsinum, sum er tann sami í byrjanini og í endanum: gráligur, myrkur og við strikum, tó við tí muni, at í endanum vaksa vakrar, ljósar blómur upp úr myrku strikunum.

Dánial Hoydal er føroyskur rithøvundur. Hann er útbúgvin cand.mag. í retorikki. Dánial gav sína fyrstu bók út í 2002, myndabókin, Í geyma, sum Hanni Bjartalíð myndprýddi. Annika Øyrabø er føroyskur/danskur sniðgevi og myndprýðari. Hon hevur útbúgving frá The Danish Design School og Hochschule für Angewandte Wissenschaften i Hamburg.

Saman hava Dánial og Annika áður útgivið Abbi og eg og abbi (2021), sum varð tilnevnd til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn norðurlandaráðsins 2022 og vann Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn útnorðurráðssins. Hon er eisini útgivin á donskum við heitinum Bedste og mig og Bedste (2022).

Onnur tíðindi

Ein loysn frá Sendistovuni