6 nýggjar bøkur!

Bókadeildin gevur út 6 bøkur í ársins øðrum bókaumfari! Les meira um allar bøkurnar niðanfyri.

 

Her er fílur!

Ver við, tá Fílur vaknar, etur, spælir, fer í bað – og tá hann ballar seg um kvøldið, tá dagurin er liðugur. Í bókini er nógv ymiskt, sum børnini kenna aftur úr sínum egna gerandisdegi, og sum er stuttligt at finna, peika á, seta orð á og tosa um.

Ein stuttlig og lærurík peikibók við klaffum á øllum síðum.

Kendur úr sendingini Smábørn í KVF.

Bókin er ein klaffabók, 16 bls. og til børn, sum eru uml. 0-1 ára gomul.

 

Fílur og maskinurnar

SPÆL OG LÆR VIÐ FÍLI

Kom við Fíli og síggj, hvat allar tær stóru maskinurnar gera – og hvussu vorðnar tær eru.

Kendur úr sendingini Smábørn í KVF.

Bókin er ein pappbók, 10 bls. og til børn, sum eru uml. 0-1 ára gomul.

 

Mimbo Jimbo byggir ein vita

Enn ein stuttlig søga við Mimbo Jimbo. Hesa ferð ger Mimbo Jimbo av at byggja ein vita. Vinirnir hjálpa honum at loysa trupulleikarnar, so hvørt sum teir stinga seg upp. Men hvør man tað vera, sum fær gleði av einum vita langt inni í landinum? Hvat man fara at henda, tá ið Mimbo Jimbo tendrar ta ovurstóru elektrisku peruna? Og hvat er tað, sum fjalir seg í mjørkanum?

Jakob Martin Strid hevur skrivað og teknað. Niels Jákup Thomsen týddi úr donskum.

Bókin er innbundin, 68 bls. og til børn, sum eru uml. 2-6 ára gomul.

 

Malla bjargar Amazonas

Malla er sjúk. So sjúk, at hon einki orkar. Kloddi vitjar Mallu hvønn dag, men ein dagin kemur hann ikki. Hvat er hent?

Úti í garðinum, uppi í kastanjutrænum hjá Mallu, situr Kloddi við eini aðrari gentu.

Og í tíðindunum brennur Amazonregnskógurin. Malla hevur IKKI tíð at vera sjúk longur.

Selma Lønning Aarø hevur skrivað, Tiril Valeur hevur myndprýtt, og Vagnur Streymoy týddi úr norskum. Bókin er innbundin, 60 bls. og til børn, sum eru uml. 7-9 ára gomul.

 

Ein himmal fullur av skýggjum

Hvat ger mann, tá mann hevur verið hjá læknanum og fingið verðins ringastu tíðindi? Jú, henrik bestemmar seg fyri at bjarga heiminum. Og hann hevur skund!

Men hvussu bjargar mann umhvørvinum á jørðini?

Henrik setir tað størsta og villasta bjargingarátakið nakrantíð í gongd.

Arne Svingen hevur skrivað, og Vagnur Streymoy týddi úr norskum. Bókin er heft, 218 bls. og til børn, sum eru uml. 10-12 ára gomul.

 

Eldgos

Eldgos er ein kærleikssøga. Men kærleikin millum fólk kemur til sjóndar upp á ymsar mátar. Fyri foreldrini hjá Annu merkti tað, at Anna og mamman komu á kreppumiðstøð. Nú eru tær fluttar í ein annan bý. Tær vilja gjarna byrja av nýggjum, men tað er trupult at byrja upp á annan part, tá fyrsti partur ongantíð er heilt liðugur.

Zakiya Ajmi hevur skrivað, og Marna Jacobsen týddi úr donskum. Bókin er heft, 176 bls. og til ung.

Onnur tíðindi

Ein loysn frá Sendistovuni