Á barnabókamessu í Bologna

Aftur í ár luttók Bókadeildin á altjóða barnabókamessuni í Bologna. Bókadeildin tekur hvørt ár lut í altjóða bókamessu í Bologna og í Frankfurt am Main. Hetta verður gjørt fyri at kunna okkum um bókamarknaðin og fylgja við í rákinum innan barna- og ungdómsbøkur. Ein annar týðandi partur er at gera vart við okkum sum forlag og varpa ljós á okkara egnu rithøvundar og myndprýðarar.

Við okkum hesa ferð vóru rithøvundarnir Bárður Oskarsson og Vár Berghamar Jacobsen. Vár hevur skrivað fýra bøkur um fittu lundapisurnar, Ludda og Lundisu, og italska Delia Ciccarelli hevur myndprýtt bøkurnar. Vár og Delia hittust fyrstu ferð á Mykinesi av tilvild í 2015, tá Delia ferðaðist í Føroyum. Síðani tá hava tær samstarvað um Ludda og Lundisu, men hetta er fyrstu ferð tær síggjast aftur, síðan samstarvið um elskuligu og vælumtóktu lundapisurnar byrjaði.

Á myndini síggjast Delia, Vár og mamma Deliu.

 

Bárður Oskarsson hevur gjørt fleiri myndabøkur og er tann rithøvundurin hjá Bókadeildini, sum er týddur til flest mál. Flata kaninin er týdd til heili 17 ymisk mál. Fyri kortum keypti pólska forlagið, No Bell, rættindini til at útgeva allar bøkurnar hjá Bárði. Hetta sambandið kom í lag á bókamessuni í Frankfurt í fjør. Tað var tí sera stuttligt hjá pólska forlagnum at fáa høvi at hitta Bárð í Bologna.

Á myndini síggjast Izabella frá pólska forlagnum No Bell, Bárður Oskarsson, Niels Jákup Thomsen og Lukasz frá No Bell.

Á myndini sæst básurin við føroyskum barnabókum.

Á myndini síggjast Silja Aldudóttir og eitt av sølufólkunum úr forlagnum Clavis, sum gevur bøkurnar um Lítlu mús út. Bókadeildin hevur, sum er, givið tvær bøkur út um lítlu músina: Kann eg hyggja í blæuna, og Kann eg hyggja í pottin.

Onnur tíðindi

Ein loysn frá Sendistovuni