Mánadagin 13. mars var Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, inni á gólvinum á Bókadeild Føroya Lærarafelags.
Landsstýrismaðurin fekk høvið at hoyra um virksemi á Bókadeildini og at heilsa upp á starvsfólkini. Bókadeildin gevur hvørt ár millum 80-90 føroyskar bøkur til børn og ung út á føroyskum - í fjør vóru 12 av bókunum upprunaføroyskar.
Bókadeildin varðar eisini av Bókaklubbanum, og í løtuni eru yvir 2200 børn limir í klubbanum, sum fáa føroyskar bøkur sendar til dyrnar átta ferðir um árið. Harafturat rekur Bókadeildin eisini barnabløðini STROK og Píka7, ið øll børn frá forskúla til og við 7. flokk fáa ókeypis.
Á myndini eru Niels Jákup Thomsen, stjóri í Bókadeildini, Djóni Nolsøe Joensen og Jacob Eli S. Olsen, formaður í lærarafelagnum.