10. feb 2023
Norðurlendska barnabókaráðstevnan 2023
Bókadeildin var hesa vikuna til Norðurlendska barnabókaráðstevnu í Stavanger. Ráðstevnan er fyri forløg, rithøvundar, bókavørðir og onnur, sum arbeiða við barnabókum.
Høvuðsevni í ár var kreppa. Evnið varð lýst frá nógvum sjónarhornum, og vit hoyrdu m.a. um at børn og ung lesa ov lítið, og at ung lesa ofta bøkur á enskum heldur enn á norðurlendsku málunum. Niels Jákup Thomsen, stjóri á Bókadeildini, luttók í pallborði um týddar ungdómsbøkur, og hví vit enn týða bøkur til føroyskt. Eisini hoyrdu vit um fleiri fantastiskar barnabøkur um kríggj, sorg, veðurlagsbroytingar og sjúku. Summar av teimum, t.d. Mítt Botnlív, hava vit longu givið út, og aðrar eru á veg.
Undirevni á ráðstevnuna var: ”Er nøkur vón?”, og niðurstøðan er, at tað finst altíð ein vón! Bæði tá tað snýr seg um kreppur í heiminum, og tá tað snýr seg um lesing hjá børnum sum heild. Vit mugu taka lesing í álvara og geva børnum góðar, føroyskar bøkur, sum tey tíma at lesa. Barnabøkur kunnu eisini hjálpa børnum og vaksnum at tosa um stór tung evni, sum kunnu fylla nógv hjá okkum øllum.
Vit hava fingið nógvan íblástur og eru farin aftur til arbeiðis. Bókadeildin gevur eina rúgvu av góðum og sera fjølbroyttum barna- og ungdómsbókum út í 2023!