Bókaárið 2022

Eitt nýtt ár er byrjað, og vit fegnast um enn eitt gott bókaár hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags. 2022 var merkt av spennandi og forkunnugum bókum og bókatiltøkum, bæði upprunaføroyskum og týddum. Vit á Bókadeildini vilja við hesum takka rithøvundum, týðarum, lesarum, limum og øllum samstarvsfeløgum fyri eitt sera væleydnað ár!

 

Árið í stuttum

Bókadeildin gav út 87 bøkur í 2022. Av hesum vóru tólv upprunaføroyskar bøkur! Annars vóru 8 smábarnabøkur, 12 myndabøkur, 18 tekstbøkur til størri og smærri børn, 5 ungdómsbøkur, tríggjar ítrivsbøkur og ein jólabók.  Av hesum 87 var eisini ein bók hjá Bókadeildini og Námi uppafturprentað og givin út av nýggjum. Nevniliga Veiða Vind hjá Rakel Helmsdal, sum hevur verið útseld í nøkur ár og nú kom út í dagførdari útgávu við eini QR-kodu til at lurta eftir tónleikaverkinum. Bókadeildin gav saman við Námi út 24 krabbabøkur og átta bøkur í krossfiskarøðini. Harumframt vóru sjey bløð av teimum báðum barnabløðunum STROK og Píka7 útgivin, og seks útgávur av Skúlablaðnum.

 

Fekk Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins

Myndabókin Abbi og eg og abbi hjá Dániali Hoydal og Anniku Øyrabø fekk í 2022 Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins. Bókin var eisini í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2022. Abbi og eg og abbi er ein vøkur bók, ið viðger demens á ein sera barnavinaligan hátt. Vit á Bókadeildini ynskja Dániali og Anniku hjartaliga til lukku við viðurkenningunum!

 

BFL á altjóða bókamessum

Bókadeildin tekur hvørt ár lut á stóru altjóða bókamessunum í Bologna og Frankfurt. Á bókamessum skapar og røkir Bókadeildin sambond við útlendsk forløg. Tað er ofta her, Bókadeildin finnur tær barna- og ungdómsbøkur, sum verða týddar til føroyskt og útgivnar í Føroyum. Tað er eisini her, tað verður varpað ljós á føroysku bøkurnar, so útlendsk forløg kunnu geva tær út úti í heimi. FarLit hevur ein bás á messuni, har føroysku forløgini húsast og hava fundir. Vit fegnast um, at í ár vóru messurnar mest sum aftur sum vanligt eftir serligu koronatíðina.

 

Bøkur frá Bókadeildini úti í heimi

Fleiri føroyskar barnabøkur vórðu týddar til onnur mál í 2022. Hon, sum róði eftir ælaboganum hjá Rakel Helmsdal kom út á pólskum, Áh óh hjá Jenny Kjærbo kom út á ungarskum, Abbi og eg og abbi kom út á donskum (Bedste og mig og bedste), Miljuløtur hjá Rakel Helmsdal kom út á sámiskum, Hilbert hjá Bárði Oskarsson kom út á donskum, og pólska forlagið No Bell skrivaði í 2022 undir sáttmála um at týða og útgeva allar bøkurnar hjá Bárði Oskarsson.

 

Bókadagar 2022

Endiliga vóru Bókadagar aftur sum vanligt, og Norðurlandahúsið var fult av fólki, sum samlast um alskin til bøkur og bókmentir! Bókadeildin hevði fleiri tiltøk á skránni m.a. søguløtur, rithøvundasamrøður, skúlatiltøk og myndprýðaraverkstovur fyri børn og vaksin umframt hugnaliga básin hjá Bókaklubbanum, har nýggjastu bøkurnar vóru til sølu.

 

Turið Kjølbro, ritstjóri, hevði 20 ára starvsdag

Í summar vóru tað 20 ár síðan, Turið Kjølbro hevði sín fyrsta arbeiðsdag á Bókadeildini. Turið er blaðstjóri á Skúlablaðnum umframt at hava ábyrgd fyri útgávu av krabbabókunum. Hvørt ár koma  32 krabba- og krossfiskabøkur út, fleiri týddar, men eisini upprunaføroyskar.

 

Nýggj andlit á Bókadeildini

Marknaðarfólk á Bókadeildini og ritstjóri á STROK og Píka7, Helena Lamhauge-Mortensen fór í mai 2022 í barnsburðarfarloyvi. Jóhanna Heðinsdóttir Wolles hevur hesa tíðina røkt starvið sum marknaðarfólk. Inga Remmel byrjaði á heysti í parttíðarstarvið á Bókadeildini.

 

Føroyar Lesa

Átakið Føroyar Lesa hevur so við og við rættiliga vunnið hevd í tilvitskuni hjá føroyingum. Føroyar lesa byrjaði í 2020 og er eitt átak, sum varpar ljós á lesigleði og týdningin av at lesa, serliga á móðurmálinum. Átakið fevnir um alt samfelagið og allar aldursbólkar. Í átakinum eru nógvir samstarvspartar: almennir stovnar, skúlaverkið, bókasøvn, kommunur, forløg, feløg og fakfeløg.

Tú hevur kanska sæð fleiri gingið við eyðkendu reyðu netunum við Føroyar Lesa búmerkinum á, sum vórðu handað út á m.a. Bókadøgum.

 

Týðarar

Týddu bøkurnar úr farna árinum vóru týddar úr svenskum, norskum, donskum, enskum, íslendskum og týskum.

Hesi týddu fyri Bókadeildina í 2022: Vagnur Streymoy, Niels Jákup Thomsen, Kristianna Poulsen, Laura Mary Lydersen, Ása H. Ellefsen, Silja Aldudóttir, Guðrið Rubeksen, Tórarinn Niclasen á Rípuni, Bergur Rasmussen, Tórhallur við Gil, Heini F. Petersen, Sanna A. Dahl, Marna Jacobsen, Elsa Birgitta P. Petersen, Jóhanna Heðinsdóttir Wolles, Hildigunn Niclasen, Pauli Hansen, Birna Gaard, Ólavur Egholm, Sigurlaug Fossdal, Helena Lamhauge-Mortensen, Hjørdis Heindriksdóttir, Tóri Rasmussen, Eyð Steinbjørnsdóttir, Tóra Tóroddsdóttir, Jenny Lydersen, Urd Johannesen, Sigrið Jógvansdóttir Hansen, Turið Kjølbro, Brynhild Høgnadóttir og Julia Rutt Petersen.

 

Upprunaføroyskar bøkur

Tólv upprunaføroyskar bøkur komu út í 2022. Les meira um bøkurnar niðanfyri.

 

1. Sólgrátur

Ingun Christensen hevur skrivað ungdómsbókina um 15 ára gomlu ættleiddu Aud, sum m.a. stríðist við happing og eina mammu, sum ofta liggur í songini.

2. Ein eydnufluga – Søgur um Alvu og Lias

Myndabók við trimum søgum um systkini Alvu og Lias, sum gera nógv stuttligt saman. Hoyr, hvat læknin sigur á faktasíðuni aftan á hvørja søgu! Elsubeth M. Fossádal skrivaði, og Kathrina Skarðsá myndprýddi.

3. Ódjór

Vatnflóð og jarðskjálvtar eru í býnum, men eingin veit hví. Undir asfaltinum og betonginum hóttir ein vera við at leggja allan býin í oyði. Ein dagin stendur Asta andlit til andlits við hana. Silja Aldudóttir skrivaði, og Bárður Dal Christiansen myndprýddi bókina, sum er til størri børn.

4. Strikurnar

Strikurnar er hjartanemandi, føroysk barnabók um at missa ein abba. Myndirnar eru ótrúliga vakrar og fullar av ljósi og vón. Dánial Hoydal hevur skrivað, og Annika Øyrabø hevur myndprýtt bókina, sum er til børn, ið eru uml. 5 ár og eldri.

5. Luddi og Lundisa fara langa leið

Luddi og Lundisa eru tvær fittar lundapisur, sum búgva í Mykinesi. Vár Berghamar Jacobsen hevur skrivað, og Delia Ciccarelli myndprýddi. Hetta er fjórða bókin um Ludda og Lundisu, og hóskar væl til børn undir skúlaaldur.

6. Lítla kráka samlar

Fitt myndabók til smærri børn um lítlu kráku, sum samlar so nógv ting, at tað næstan ikki verður pláss fyri henni sjálvari í reiðrinum – og als ikki pláss til vinir. Jenny Kjærbo hevur skrivað og myndprýtt.

7. Vanvarði – Tóra bók tvey

Onnur bókin í fantasyrøðini um Tóru og hennara stremban eftir at finna út av, hvør hon sjálv er í einum heimi, sum vísir henni eina síðu, sum Tóra ikki ánaði var til. Elin Michelsen hevur skrivað ungdómsbókina.

8. Matur – okkara virðismikla tilfeingi

Upprunaføroysk faktabók um matframleiðslu og -oyðsl og veðurlagsbroytingar, sum er viðkomandi fyri bæði børn og vaksin. Sanna Andrassdóttir Dahl og Gunnhild Dahl Niclasen hava skrivað hesa bók, sum eisini er partur av krossfiskarøðini hjá Bókadeildini og Námi og sostatt hóskandi sum undirvísingartilfar til mið- og hádeild.

9. Magnus Heinason – hetja ella brotsmaður?

Var Magnus Heinason ein hetja, sum fekk ein órættvísan deyða, ella ein brotsmaður, sum fekk revsingina, hann hevði uppiborið? Í Føroyum minnast vit fyrst og fremst Magnus Heinason fyri, hvussu hann basti sjórænarum, sum herjaðu í Føroyum, og fyri at hann bygdi fyrsta skansan í Havn. Páll Nolsøe hevur skrivað, og Jóannes B. Lamhauge myndprýddi bókina, sum er partur av krossfiskarøðini hjá Bókadeildini og Námi.

10. Søgur um fløgg

Bók við nógvum serligum søgum um fløgg. Tú kanst m.a. lesa um, hvussu heimsins fløgg eru vorðin til, og hví tey síggja út, sum tey gera. Beinta E. Danielsen skrivaði bókina, sum er partur av krabbarøðini hjá Bókadeildini og Námi.

11. Elias – ein hondbóltsstjørna

Elias Ellefsen á Skipagøtu er ein tann mest spennandi ungi hondbóltsspælarin í øllum heiminum. Páll Holm Johannesen hevur skrivað bókina, sum er partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.

12. Mín jólabók 2022

Jólabókin er eitt gott alternativ til vanliga pakkakalendaran. Í bókini eru nógvar søgur, stuttligar yrkingar, flottar tekningar og øðrvísi ítriv at hugna sær við. Silja Aldudóttir hevur skrivað adventssøguna, og Ukrainska Irina Shket hevur gjørt nøkur av ítrivunum í ársins jólabók. Hon og dóttirin Milana komu til Føroya, tá kríggið brast á í Ukraina fyrr í ár.

 

Onnur tíðindi

Ein loysn frá Sendistovuni