Hilbert, Wilbert, Flata kaninin og øll hini á pólskum

Skjótt ber til at lesa um Hilbert, Wilbert, Fløtu kaninina og øll hini á pólskum, tí Izabella Gorczyca og Lukasz Wrobel úr pólska forlagnum og skúlanum No Bell hava júst skrivað undir sáttmála um at útgeva allar bøkurnar hjá Bárði Oskarsson í Póllandi.

Sambandið millum No Bell og Bókadeildina kom í lag á stóru altjóða bókamessuni í Frankfurt í oktobur í ár, har Izabella og Lukasz gjørdust hugtikin av vælumtóktu bókunum hjá Bárði. Tá tey funnu út av, at bøkurnar enntá vóru føroyskar, vóru tey púra seld.

Teimum báðum dámar væl at ferðast í eitt sindur sjáldsomum londum, og tey vóru fyrstu ferð í Føroyum í 2018. Síðani eru tey vorðin sannir føroyavinir og hava verið aftur í Føroyum nakrar ferðir, eins og tey eru her nú. Tí var tað upplagt at koma inn á gólvið á Bókadeildini til ein góðan morgunmat og at undirskriva sáttmálan.

Vit á Bókadeildini fegnast um, at føroyskar bøkur røkka út í heim, og gleða okkum at síggja pólsku týðingarnar av bókunum hjá Bárði Oskarsson.

 

Á myndini síggjast frá vinstru Izabella Gorczyca, stjóri á No Bell, Niels Jákup Thomsen, stjóri á Bókadeildini, Silja Aldudóttir, ritstjóri á Bókadeildini og Lukasz Wrobel frá No Bell.

 

Bøkurnar hjá Bárði Oskarsson:

2004 Ein hundur, ein ketta og ein mús
2007 Pól, hin kuli giraffurin
2007 Beinið
2011 Flata kaninin
2012 Stríðið um tað góða grasið
2016 Wilbert
2017 Træið
2020 Hilbert

Onnur tíðindi

Ein loysn frá Sendistovuni