09. nov 2022
Ukrainskur jólahýrur í ársins jólabók
Jólini nærkast og við jólunum kemur Mín jólabók. Jólabókin er eitt gott alternativ til vanliga pakkakalendaran, tí hon er býtt upp í 24 partar, og partarnir eru ymiskir. Í bókini eru nógvar søgur, stuttligar yrkingar og øðrvísi ítrív at hugna sær við, so okkurt er at gera hvønn dag fram til jólaaftan.
Ukrainska Irina Shket hevur gjørt nøkur av ítrivunum í ársins jólabók. Hon og dóttirin Milana komu til Føroya, tá kríggið brast á í Ukraina fyrr í ár. Í ár verður fyrstu ferð, at tær báðar halda jól í Føroyum.