Elias - fyrsta krabbabókin um føroyskar ítróttarstjørnur

- Hví skulu føroysk børn ikki eisini kunna lesa um føroysku ítróttastjørnurnar, ið børn og ung kanska kenna seg enn betri aftur í og kunnu fáa íblástur frá. Soleðis sigur Páll Holm Johannesen, ið hevur arbeitt tætt saman við ÍSF, Bókadeildini og Námi í sambandi við bókina um Elias Ellefsen á Skipagøtu.

 

- Hugskotið stavar frá mínum gerandisdegi. Sum nógv onnur føroysk foreldur kring landið, eiga vit børn, sum koma heim úr skúlanum við barnabókum um útlendskar ítróttastjørnur.  Alt gott um tað, men síðani setti eg spurningin, hví føroysk børn ikki eisini kunnu lesa um  føroysku ítróttastjørnurnar, ið børn og ung kanska kenna seg enn betri aftur í og kunnu fáa íblástur frá.

Hetta sigur Páll Holm Johannesen um íblásturin til fyrstu krabbabókina um føroyskar ítróttarstjørnur.

Saman vi Pálli fór umboð frá ÍSF á fund við Nám og Bókadeildina um at gera krabbabøkur um evnið, sum síðani hava ført hesa ætlan heilt út í lívið. ÍSF takkar bæði Pálli, Nám og Bókadeildini hjartaliga fyri at geva føroyskum børnum møguleikan at lesa um okkara egnu ítróttarfólk, ítróttalið og ítróttatiltøk, sum eru viðkomandi her hjá okkum. 

Krabbabøkurnar eru lættlesibøkur á føroyskum. Tær eru skrivaðar á ymsum torleikastigum, soleiðis at okkurt er fyri børn í 1. flokki, sum læra at lesa – og síðani gerast tær torførari og torførari, sum lesiførleikin mennist.

Hetta er fyrsta krabbabókin um føroyskar ítróttastjørnur.

Onnur tíðindi