Luddi og Lundisa fara langa leið - søguløtur 5. november

Í november kemur nýggj, fitt myndabók um Ludda og Lundisu. Nýggja bókin eitur Luddi og Lundisa fara langa leið. Tað er fjórða bókin um fittu lundapisurnar.

 

Í sambandi við útgávuna vera tvær hugnaligar søguløtur fyri børn 5. november, har rithøvundurin, Vár Berghamar Jacobsen, fer at lesa bókina. Onnur verður í Klaksvíkar Bókasavni kl. 11 og hin verður í Rit og Rák í SMS kl. 14.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

 

Um bókina:
Luddi og Lundisa eru tvær fittar lundapisur, sum búgva í Mykinesi.

Tær flúgva upp um dalar og fjøll. Sólin skínur. So verður alt myrkt. Brumm brumm brumm, hoyra tær. Knappliga eru tær í eini risastórari holu.

Vár Berghamar Jacobsen hevur skrivað, og Delia Ciccarelli hevur myndprýtt. Bókadeildin gevur bókina út.

Onnur tíðindi