Abbi og eg og abbi fekk Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins 2022

Abbi og eg og abbi fekk 6. oktober 2022 Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins 2022, sum var handað á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn.

Vakra bókin, sum Dánial Hoydal hevur skrivað, og Annika Øyrabø hevur myndprýtt, snýr seg um ein drong og abba hansara, sum broytist og byrjar at gloyma. 

Útnorðurráðið lýsir í tilnevningini Abbi og eg og abbi soleiðis:

Dánial Hoydal varpar við bókini ljós á eitt eymt og viðkomandi evni á ein virðiligan og barnavinaligan hátt. Lætt og sakliga gevur bókin høvi at práta um demens, sum rakar nógvar familjur. 

Dánial Hoydal dugir væl at lýsa tað álvarsama saman við eitt sindur av skemti og løttum orðaspæli, so at vónin sleppur at liva. Tað ger tað lættari at skilja og tosa um tað, sum tyngir. Annika Øyrabø dugir kynstri at skapa eina søgu bara við myndum. Við skuggum og dýpd skapa hennara pappírsklipp eitt trívíddar rúm, sum gevur lesaranum kensluna av at gerast eitt við søguna um dreingin og abban. Frá sjónarmiðnum hjá dreinginum, síggja vit hvussu orð og gerðir hjá abbanum broytast, so hvørt sum hann byrjar at gloyma. Við einføldum orðum og spælandi stíli lýsir Dánial Hoydal broytingina og serliga sambandið millum teir báðar. Í eini annars vónleysari støðu, merkist ein hiti og gleði.

Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út í 2021.

Útnorðurráðið letur á øðrum hvørjum ári eina barna- og ungdómsbókmentavirðisløn. Endamálið er at styrkja barna- og ungdómsbókmentir í útnorði, t.e. Føroyar, Grønland og Ísland. Ein nevnd við limum úr teimum trimum londunum velur bøkur frá londunum í útnorði. Bókin, sum fær virðislønina, fær eisini 60.000 kr. Umframt Abbi og eg og abbi vóru Stórfundur djóranna um dálkingina av klótuni hjá Kent Kielsen í Grønlandi og Forboð fyri at oyðileggja hjá Gunnar Helgason í Íslandi tilnevndar til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins 2022. Felags fyri bøkurnar í ár er at tær allar viðgera torfør evni á ein vakran og jaligan hátt.

Bókadeildin ynskir Dániali og Anniku hjartaliga til lukku við heiðrinum!

 

Onnur tíðindi