Ein av myndprýðarunum hjá Bókadeildini fekk í vikuskiftinum BLIXEN-heiðurslønina fyri Ársins barnabók við barnabókini Slimfjorden. Sarah Lang Andersen hevur skrivað bókina, og Kathrina Skarðsá hevur myndprýtt. Forlagið Vild Maskine gav Slimfjorden út í 2021.
BLIXEN-heiðurslønin hevur til endamál at heiðra bókmentunum og handar í alt 15 heiðurslønir fyri alt innan bókmentir. Stóra tiltakið varð hildið í Store VEGA í Keypmannahavn 18. juni 2022.
Dómsnevndin sigur, at Slimfjorden er ein livandi og gandakend søga um vinalag og um at vera eitt eitt sindur serligt og nørdut barn. Flúrglógvandi hvalspýggjurnar úr glasi lýsa í tekningunum hjá Kathrinu niður yvir høvuðspersónin um náttina.
Kathrina Skarðsá er føroyingur/dani, fødd í 1984 í Aarhus og búsitandi á Vesterbro í Keypmannahavn. Hon hevur m.a. myndprýtt Marin-bøkurnar hjá Ingun Christensen, Kjarr hjá Rakel Helmsdal og Alvu og Lias hjá Elsubeth M. Fossádal. Ein nýggj bók um Alvu og Lias kemur í august, sum Kathrina eisini hevur myndprýtt.
Bókadeildin ynskir Kathrinu og Sarah hjartaliga til lukku við heiðurslønini!