Í hesum døgum kemur Áh óh, fitta søgan um lundapisuna eftir Jenny Kjærbo, út í Ungarn. Tað eru ikki nógvar føroyskar bøkur, sum verða týddar til ungarskt. Frammanundan er Áh óh útkomin í Danmark og Chile. Í næstum kemur hon eisini út í USA á bæði enskum og jiddiskum, sum er málið hjá jødum í Mið- og Eysturevropa og í USA. So henda lundapisan flýgur víða um.
Hvørja ferð lundapisan ger okkurt býtt, sigur hon “áh óh!”, men hvussu sigur lundapisan í Ungarn? Har sigur hon “ó-ó!”
Áh óh kom út í 2015.
Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur hvørt ár á leið 80-90 bøkur út, harav størsti parturin er bøkur, sum eru týddar til føroyskt. Men ein sera týdningarmikil partur av arbeiðinum hjá Bókadeildini er at útgeva upprunaføroyskar bøkur.
Føroysku bøkurnar hjá Bókadeildini verða javnan týddar til onnur mál. Tað er gleðiligt, at børn úti í heimi eisini sleppa at lesa søgur, sum føroysk børn kenna og elska. Oftast verða føroyskar bøkur týddar til okkurt av hinum norðurlendsku málunum ella til enskt. Men viðhvørt sleppa bøkurnar longri út í heim og verða týddar til fjarskotnari mál, t.d. ungarskt.
Tann rithøvundurin hjá Bókadeildini, sum er týddur til flest mál, er Bárður Oskarsson. Hansara bøkur eru komnar út í Danmark, Noregi, Íslandi, Svøríki, Frankaríki, Týsklandi, Kekkia, Kanada, Bulgaria og Slovenia.